Føroyski búskapurin grundarlagið

Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum er ikki í iva um, at tað verður ein fyrimunur, at føroyski búskapurin verður grundarlagið undir kredittvirði okkara

Ríkisbroytingar og kredittvirði. Hvussu hanga hesi bæði saman, og hvønn týdning meta politikararnir, at tað hevur fyri føroyska kreditvirði, at føroyingar »missa« ríkisveitingina, og kanska, um ætlanir landsstýrisins ganga út, fáa fullveldi.

Høgni Hoydal er ikki í iva, tá hann verður spurdur.

? Sjálvandi broytist kredittvirði tá ríkisveitingin fellur burtur, tí tá ber ikki longur til at dúva upp á teir pengarnar. Tað merkir, at vit frameftir vera mett eftir egnum búskaparligum evnum, heldur enn sum ein partur av tí danska kredittvirðinum, sigur landsstýrismaðurin í sjálvsstýrismálum.


Gagnligt fyri Føroyar

Men heldur landsstýrismaðurin, at tað er gagnligt ella ikki gagnligt fyri Føroyar, at trúðvirðið lækkar?

? Fyri tað fyrsta, so er tað ikki greitt, um kredittvirðið versnar, men tað er sannlíkt, men hjá mær er eingin ivi um, at tað er gagnligt, at kredittvirði í framtíðini verður mett eftir hvussu búskaparliga støðan í Føroyum er, sigur Høgni Hoydal..

? Tað merkir kanska at lániumstøðurnar broytast, men tær broytast soleiðis, at tað verða okkara umstøður sum siga, um vit kunnu fáa lán ella ikki, og tað er gagnligt, leggur landsstýrismaðurin afturat.