Eitt ævintýr segði eina ferð, at ?det er ganske vist...?, men tá var tó einki endaliga avgjørt. Eitt føroyskt filmsævintýr er tó um síggja dagsins ljós, um enn allar súðir ikki eru syftar enn.
Í blaðnum í gjár nevndu vit føroyska barnafilmsætlan, sum tveir kendir danskir filmsframleiðarar hava verið í Føroyum og kannað, fyri at vita, um teir hava áhuga í ætlanini.
Áhugan hava teir. Og nú hava føroysku fyrireikararnir fingið váttn fyri, at ein fyribilssáttmáli er á veg við postinum, so teir fáa arbeiðsfrið at arbeiða víðari.
Frá fyrireikarunum frætta vit, at nú eru nøkur ávís stig at taka í arbeiðsgongdini. Tað er at fáa arbeiðið góðtikið hjá donsku filmsframleiðarunum. At fáa skriva endaliga handritið og at fáa avgreitt sambondini við stovnar og aðarar fíggjarveitarar.
Og tá tungu dreingirnir innan danskan film siga seg stuðla, so eru nógvar hurðrar opnar.
Filmurin snýr seg um drong, ið hevur samband við tað yvir náttúrliga, við álvaheim. Og nógvur føroyskur upprunatónleikur verur ætlandi partur av ætlanini.
Hvørt komið verður á mál í arbeiðsgongdini, er enn ikki víst, men víst er tó, at fyrstu truplu fetini eru tikin og eru væleydnað.