Føroyski fótbólturin í Keypmannahavn fegnast

Orsøkin er ein dystur í Keypmannahavnarseriuni, sum er deildin omanfyri Seriu 1, har ÍF Føroyar hevur spælt í ár.

AB 70 og Jægersborg spældu í heyst dyst um, hvør teirra skuldi flyta niður í Seriu 1. AB 70 vann dystin, men nú vísir tað seg, at liðið nýtti ein leikara, hvørt leikaraloyvi ikki var í lagi. Flestum kunnugt er hetta í stríð við fótbóltsreglurnar, og hetta hevur Jægersborg kært og nú eisini fingið viðhald í. Tískil var AB 70 dømt at tapa dystin, og Jægersborg fær tey trý stigini.

Broytingin á úrslitinum hevur eisini við sær broytingar á stigatalvuni, soleiðis at Jægersborg verður verðandi í Keypmannahavnarseriuni, meðan AB 70 flytir niður.

 

Kappingarskipanin í Danmark er ikki eins einføld sum í Føroyum. Undir hvørjari deild eru fleiri bólkar, ið eru skipaðir í geografisk øki, so talið av liðum, ið flyta upp og niður millum deildirnar, tá kappingarárið endar, er treytað av úrslitum í øðrum bólkum og deildum.

Tað merkir, at nýggja úrslitið í Keypmannahavnarseriuni ávirkar aðrar deildir.

Men fyri at minka mest møguligt um ávirkanina, og fyri at umganga, at nýggir upp- og niðurflytingardystir skulu spælast so seint á árinum, hevur Dómsnevndin í hjá Dansk Boldspil Union í Keypmannahavnarøkinum skorið ígjøgnum í málinum. Úrskurðurin inniber millum annað, at talið av niðurflytarum í bólki 2 í Seriu 1, har ÍF Føroyar spælir, minkar við einum liði.

ÍF Føroyar lá best fyri av teimum, ið upprunaliga skuldu flyta niður, og tískil sleppur ÍF Føroyar undan niðurflyting.