Tann føroyski tarin
Tað var serliga í 19. øld, at menn vildu vinna sær tann heiður at hava funnið nýtt slag, og tá Føroyar lógu mest sum ókannaðar, leitaðu fleiri danir sær norð í Atlanshavið á okkara oyggjar at royna eyðnuna.
Ein av hesum var Fredrik Børgesen. Hann kom til forkunnugu Føroyar í 1896 at savna inn tilfar fyri lærumeistara sín, Eugen Warming, um føroyska plantusamfelagið. Í hesum tíðarskeiðnum fann hann eitt taraslag, ið ongin annar hevði funnið – hvørki her á klettunum ella úti í heimi.
Fredrik Børgesen sá, at hesin tarin var ólíkur øðrum tarunum. Stelkurin var tómur innan, og blaðið var tunt og rukkut. Aldrin áður var ein slíkur tari skrásettur. Hetta var ein stórfingin skattur hann hevði funnið. Ein nýtt slag. Hann nevndi slagið Laminaria faeroensis.
Við tí sum eyga sá
Tá Fredrik Børgesen og aðrir rannsóknarmenn skuldu greina sløg, nýttu teir sjónligar eginleikar t.v.s teir morfologisku eginleikarnir at greina útfrá. Morfologisk verður tari býttur í festi, stelk og blað. Tey ymisku sløgini hava meira ella minni sjónligar eginleikar, ið skilja tey frá hvørjum øðrum. Mikroskopið var í tíðini, tá Fredrik Børgesen var íðin, eins væl og tað í dag er, eitt avgerðandi hjálparamboð, tá talan er um slaggreining av tara.
Líktist sukurtaranum
Fredrik Børgesen varnaðist, at tað nýggja taraslagið L. faroensis líktist sukurtaranum. Bæði sløgini høvdu stórt og óslætt blað og kraftmikið festi, men sukurtarin, sum tá hevði tað vísundaliga navnið Laminaria saccharina, hevði ikki hulan stelk. Eisini var stelkurin hjá sukurtaranum nógv styttri og blaði meira avlangt enn hjá Føroyataranum (L. faeroensis). Føroyatarin var tískil eitt nýtt slag í Laminaria slektini – somu slekt sum sukurtarin.
Ílegukanningar av tara
Tøknin í dag er so mikið framkomin, at møguleiki er at gera ílegukanningar. Innan tarataksonomi verður DNA-sekvensering vanliga nýtt. Framferðarhátturin er í stuttum, at sekvensar fyri eina ílegu frá fleiri taraindividum verða samanbornir, og fylogenetiskar (slektskaps) analysir verða síðani nýttar til at byggja ættartrøð.
Ílegukanningar eru eitt nýtt og hent amboð, ið taksonomar nýta innan slaggreining í dag. Nógv nýggj vitan er komin undan kavi. Sløg, ið áður vóru mett at vera eitt og sama slagið, vísa seg nú at vera ymisk sløg. Og umvent vera eisini sløg, sum áður vórðu hildin at vera tvey ymisk, nú funnin at vera sama slagi.
Nýggj familja
Slíkar ílegukanningar hava víst, at L. faeroensis ikki er eitt sjávstøðugt slag, men ein morfologisk variatión av sukurtaranum.
Tað vóru nakrir danir, sum funnu fram til hetta, tá teir gjørdu kanningar av nøkrum brúntarasløgum. Kanningin snúði seg um at samanbera DNA-sekvensar hjá fýra tarasløgunum úr Laminaria slektini – nevniliga Tonglataran, Fingurtaran, Sukurtaran og Føroyataran.
Seinni gjørdu nakrir canadiumenn eina aðra kanning, sum vísti, at tað var so stórur munur á Sukurtaranum og hinum báðum tarasløgunum, at man meinti, at tað ikki var rætt, at hesir vóru í somu slekt. Sukurtarin varð tí fluttur í eina heilt nýggja slekt, og eitur nú Saccharina Latissima.
Útsjóndin ávirkast av umhvørvinum
Tá Fredrik Børgesen fann Føroyataran, var tað sera torført at skyna millum sløgini av Laminaria, tí tað ikki eru so nógv morfologisk eyðkenni, ið kunnu nýtast at greina við. Og tá ið tað eisini finst ein ávís morfologisk variatión av tarum, ið er tengd at bæði árstíðini og umhvørvinum, sum tarin livir í, hevur hetta bert verið enn truplari.
Man veit t.d. at Laminaria-tarasløg, sum eru útsett fyri nógvari aldu, hava nógv styttri stelk, enn hvat teir vanliga hava, tá tarin er í einum meira vardum øki. Blaðið er ofta eisini smalri og tjykkri, og stelkurin meira hulin, har tað er aldubart.
Morfologisk variatión er eitt rættuliga kent fyrbrigdi í lívfrøðini, og tað eru nógvir ymiskir faktorar, ið gera tað trupult at seta tvær strikur undir úrslitið.
Sukurtarin, og tískil eisini Føroyatarin, livir best í einum økið, har rákið ikki er ov stórt, og streymurin ikki ov harður. Vanliga sigur man, at teir finnast á 3 til 15 metra dýpið í vardum til miðal aldubardum økjum.
Krossing
Tá tað finst so stór variatión millum Laminaria-sløgini, eru fleiri royndir gjørdar, har man hevur krossað tarasløgini. Hetta fyri at vissa, at talan ikki er um krossparing millum sløgini. Tað hevur eyðnast at fingið livandi tara í hesum royndum. Men allir hesir tararnir hava verið sterilir, og kunnu tískil ikki roknast sum eitt millumlið millum artirnar. Eitt slag verður allýst sum ein bólkur av verum, ið kunnu parast við hvørjum øðrum og fáa fruktagott avkom.
Man helt annars, at hetta kundi verið støðan hjá føroyska taranum. Men so var ikki.
Tann føroyski tarin, sum Fredrik Børgesen fann í Føroyum í 1896 er seinni eisini funnin í Íslandi. Og við hesum verður allur ivi um tann serføroyska tara staðfestur og vísur, at tað skulu bert nakrir serligir umhvørvisfaktorar vera tilstaðar fyri at finna hesa variatiónina av sukurtaranum.
Tari – sera ólík syskinabørn
Tari er bólkaður saman algum við í evolutionera lívs ættartrænum. Algur og tari eru ikki ein monofyletisk eind, t.v.s. at tey eru ikki ættaði úr somu grein í fylogenetiska-ættartrænum.
Fylogenetikkur er ættargransking millum ymiskar bólkar av verum (t.d. slag). Hetta verður gjørt við ílegugranskingar úrslitum og morfologiskum útgreiningum.
Tarar hava eins og blómuplanturnar á landi evnir at ljóssamevna. Men tarar kunnu ikki samanberast við plantur, tí teir hava ikki rót, legg og blað, sum blómuplanturnar hava. Eisini víkur formeringin hjá tarum heilt frá formeringini hjá blómuplantunum. Harafturat taka tararnir ikki tøðevnir úr jørðini. Tari er oftast festur í steinar ella hellubotn, og tískil upptekur tarin tøðevnir beinleiðis úr sjónum.
Tari hevur festi, stelk og blað. Festið syrgir fyri, at tarin situr fastur. Stelkurin, sum er elastiskur og sterkur, ansar eftir, at tarin ikki verður skræddur leysur av aldum, meðan blaðið upptekur tøðevnir.