Eitt av flogførunum hjá Atlantsflog fleyg mánamorgunin beinleiðis úr Vágum til Roskilde við umleið 90 fólkum, sum høvdu teknað seg til eitt dagsskeið um ferðslu sum Ráðið fyri Ferðslutrygd, og dekkfyritøkurnar Super Dekk og Goddyear Danmark høvdu skipað fyri í felag á Køreteknisk Institut (KTI) í býnum.
Fullsett flogfar til Roskilde, sum kanska er mest kendur fyri sínar tónleikafestivalar. Onkur nevndi í skemti, at tiltakið kundi hóskandi verið nevnt "Roskilde trafikfestival" ella "Ud at løre med de skøre".
Endamálið við dagsskeiðinum var at varpa ljós á eitt mál, sum hevur verið uppi at vent seinastu 30 árini, at vit í Føroyum hava brúk fyri eini tekniskari royndarkoyribreyt og hálkubreyt.
Í flestu londum um okkara leiðir er tað eitt krav, at tey sum taka koyrikort hava fingið frálæru á royndarkoyribreytum og hálkukoyribreytum.
Nú varð so ein roynd gjørd at vísa bæði lands- og kommunalpolitikarum, stovnsleiðarum, koyrilærarum, fjølmiðlafólki og øðrum hvat tað er, málið snýr seg um.
Luttakaranir sluppu veruliga at royna, hvat tað við siga, at koma út á glattan ís og missa tamadhaldið á bilinum eina løtu.
Køreteknisk Institut (KTI) í Roskilde er ein av størstu koyriteknisku breytunum í Danmark. Tilsamans er anleggið 150.000 túsund fermetrar við fleiri ymiskum koyribreytum. Stovnurin skipar hvørt ár fyri yvir 15.000 ymiskum skeiðum í koyriteknikki, bæði fyri privatfólk, stovnar og fyritøkur.
Á teimum ymisku breytunum kunnu bilførarar undir tryggum umstøðum betra um síni evnir at koyra bil, bæði á turrum og vátum vegi og á hálkubreytunum, har bilførarar kunnu royna, hvussu tað kennist at bremsa fyri síðan at missa tamarhaldið á bilinum, meðan ein instruktørur alla tíðina vegleiðir og ger viðmerkingar til koyringina.
Tá tað er ein sannroynd, at tey flestu óhappini á vegunum eru orsakað av menniskjansligum feilum, er tað her at hugsjónin um eina tekniska koyribreyt kemur inn soleiðis at við teoretiskari og praktiskari undirvísing ber til at minka um ferðsluóhappini og økja um ferðslutrygdina.
Sjálvt tann besta trygdatútgerðin er til fánýtis, um bilførarin ikki klárar at hava tamarhald á bilinun í eini neyðstøðu. Ótalligar kanningar vísa, at flestu ferðsluvanlukkurnar hvørki skyldast bilin ella koyribreytina, men evnunum hjá bilføraranum til at reagera rætt og taka ta røttu avgerðina.
Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd sigur, at um vit ikki hava somu umstøður á slíkum koyritekniskum breytum, sum onnur lond, so er vandi fyri, at koyrikort okkara missir virði.
Hvørt ár senda fyritøkur og stovnar nógv fólk uttanlands at venja á royndarbreytum fyri at dagføra koyriførleikan. Hetta kundi eins væl verið gjørt í Føroyum, heldur hann.
Meðan ferðalagið var í Roskilde, var eisini høvi at síggja, hvussu Roskilde kommuna hevur skipað ferðslutrygdina í býnum. Kommunan hevur seinastu árini gjørt nógv fyri at betra um ferðslutrygdina í Roskilde og har um leiðir.
Um kvøldið var døgurði har m.a. umboð fyri Rådet for større Færdselssikkerhed og býarstýrið í Roskilde luttóku saman við borgarstjóranum, Bjørn Dahl. Ein av býráðslimunum var tvørámaðurin Rúni Viberg.
Myndatekstur:
1.
Jón Kragesteen og Rúna Sivertsen frá Ferðslutrygd saman við limunm í býarstýrinum í Roskilde, f.v.: Kirsten Bjerager (rad), Rúni Viberg (sos.dem), og Bjørn Dahl (venstre), borgmeistari í Roskilde Kommunu
2.
Kenneth Saust, stjóri hjá Goodyear í Danmark, tappaði luftina úr øllum fýra dekkunum á hesum Ford Mondeo, sum hevði Goddyear "Run on Flat" dekk undir. Síðan fór hann ein túr á teknisku koyrdibreytina við bilinum. "Run on Flat" dekkini kunnu koyra eitt strekki upp á 80 kilometrar við 80 km/t uttan luft
3.
Úti við 90 fólk vóru við í ferðalagnum. Har vóru bæði lands- og kommunalpolitikarar, stovnsleiðarar, koyrilærar, fjølmiðlafólk og nógv onnur
4.
Skeiðið á Køreteknisk Institut (KTI) í Roskilde var fyriskipað av Ráðnum fyri Ferðslutrygd, og dekkfyritøkunum Super Dekk og Goddyear Danmark,
f.v.: Niels Wennicke, stjóri á KTI, Kenneth Saust, sjtóri hjá Goodyear í Danmark, og Fríðrikur Bláhamar, stjóri á Super Dekk
5.
Luttakaranir sluppu veruliga at royna, hvat tað við siga, at koma út á glattan ís og missa tamarhaldið á bilinum eina løtu
6.
Roskilde Kommune hevur gjørt nógv fyri at betra um ferðslutrygdina í býnum. Her er ferðalagið við eina vælvirkandi ferðsluforðing. Fremst á myndini eru Marin Katrina Frýdal og Boði Haraldsson frá Tórshavnar kommunu
7.
Nógv var at tosa um, Finnleif Durhuus, frá Landsverk, Janus Isaksen, frá Bileftirlitinum, og Heini Eysturoy frá Landsverk
8.
Ein instruktørur vegleiðir og ger viðmerkingar til koyringina