Føroyskir fiskifrøðingar mæla til nógv skerdan fiskiskap

Men teir taka ikki so grovliga til sum ICES. Ístaðin mælir Fiskirannsóknarstovan til, at skerjingarnar verða framdar eftir tveimum, trimum árum

Fiskiskapur

Fiskidagatalið eftir upsa á landgrunninum og fiskiskapurin eftir hýsu og upsa undir Føroyum eigur at minka 25%.
Tað siga fiskifrøðingarnir á Fiskirannsóknarstovuni.
Nú hevur eisini Fiskirannsóknarstovan latið landsstýrinum sítt tilmæli yvir, hvussu fiskidagatalið undir Føroyum skal vera í komandi fiskiári, sum gongur frá 1. september í ár til 31 august næsta ár.
Eitt tað fyrsta, sum Løgtingið skal gera, eftir at tingesetan er sett á Ólavsøku, er at áseta fiskidagatalið fyri tað komandi fiskiárið.
Og við tilmælið sínum eru føroysku fiskifrøðingarnir at kalla samdir við starvsfelagar sínar í Altjóða Ráðnum fyri Havrannsóknir, ICES, sum herfyri eisini mælti til at skerja fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa undir Føroyum 25% og meiri enn tað.
Men Fiskirannsóknarstovan ásannar samstundis, at hetta eru ógvuliga umfatandi skerjingarnar, sum mælt verður til og tí skjýtur hon upp at tær verða framdar so líðandi yvir eini tvey, trý ár.
Í ein vissan mun verða toskur, hýsa og upsi fiskað saman í einum blandaðum fiskiskapi. Samstundis eru stovnarnir væl fyri løtuni og tí mælir Fiskirannsóknarstovan til at skerjingarnar verða framdar so líðandi næstu tvey, trý árini, sigur hon í tilmæli sínum.
Samstundis mælir Fiskirannsóknarstovan til, at royndin eftir toski á Føroyabanka næsta ár ikki fer upp um árliga støðið í 1996-2002.
Fyri stóra kongafisk verður mælt til, at royndin verður 25% minni enn hon var í ár og fyri trantkongafisk verður mælt til, at royndin næsta fiskiár ikki veksur afturímóti tí, sum hon var í ár.

Leggja ov lítið upp fyri
Fiskirannsóknarstovan sigur, at í lógini um vinnuligan fiskiskap verður miðað ímóti, at árliga veiðutrýstið fyri tosk, hýsu og upsa skal vera 33% í miðal av.
Men seinastu stovnsmetingarnar vísa, at tað veruliga veiðutrýstið eftir toski er 42%.
Men eftir hýsu er tað 33%, sum ætlað og eftir upsa er tað 29%, sum er nakað minni.
? Skal lógin haldast, verður tað tí neyðugt at minka fiskiskapin eftir toski so mikið komandi fiskiár, at veiðitrýstið kemur niður á 33%.
Hinvegin metir ICES, at við einum veiðitrýsti upp á 33%, verður ov lítið lagt upp fyri fyri vánaligari tilgongd og vánaligum vakstrarlíkindum, serliga hvat viðvíkur hýsu og upsa.
Í staðin fyri mælir ICES tí til, at veiðutrýstið skal vera minni enn 27% fyri tosk, minni enn 20% fyri hýsu og minni enn 22% fyri upsa.

Dúva uppá at tilgongdin er góð
Fiskirannsóknarstovan sigur, at í løtuni dúvar fiskiskapurin uppá, at góðir árgangir koma inn í stovnin.
? Stóra veiðitrýstið ger, at fiskurin hevur lítlan møguleika at verða meri enn 4-5 ár áðrenn hann antin er deyður av náttúrligum ávum ella fiskaður og tí er fiskurin er yvirhøvur smáur.
? Tann ungi toskurin er vanliga á grunnum vatni, og av tí, at so lítið av eldri fiski er, brúkar toskastovnurin ikki tey djúparu økini á Landgrunninum, og tí heldur ikki alt føðiøki hjá sær, og framleiðir tí helst minni, enn hann kundi.
? Við at fiska fiskin ov ungan fæst heldur ikki full nytta av vakstrarmøguleikunum hjá toski. Av tí at tilgongdin er ymisk ár undan ári, verður fiskiskapurin eisini vera skiftandi.
? Ein orsøk til stovnrarnir eru væl fyri, er, at gróðurin hevur verið góður í nøkur ár. Men svíkur tilgongdin í meira enn tvey, trý ár, eru vit illa fyri, sigur Fiskirannsóknarstovan,.
Hon sigur, at tí er sera umráðandi at veiðutrýstð á stovnarnar minka niður á meira hóskandi støði. ?Úrslitini av hesum vil vera at fiskiskapurin verður meira støðugur, bæði í góðum og í ringum tíðum og at vit fáa fiskað meira av stórum fiski enn nú.
Fiskirannsóknarstovan sigur, at í 2002 byrjaði gróðurin seint, og gróðurin var lítil. Ein avleiðing av hesum er, at yvirhøvur hevur fiskurin verið rak.
Hon leggur afturat, at hóast endaligu gróðurmetingarnar ikki eru lidnar enn, bendir alt á, at gróðurin í ár er miðal.