Altjóða kappingin “Crossfit Games Open” byrjaði 23. februar. The Open, sum tað eisini verður kallað, er ein altjóða kapping har Crossfit íðkarar um allan heimin hava møguleika at samanbera úrslit síni við onnur, sum eisini íðka Crossfit.
Venjingarnar, sum ítróttarfólkini gera, eru tær somu kring heimin, men møguleiki er at tillaga venjingarnar soleiðis at tú fært verið við, líkamikið hvussu tú ert fyri.
Man kemur saman einaferð um vikuna og venur saman í bólki. Hetta verður gjørt í fimm vikur, og síðani sær man á úrslitunum hvussu hevur gingist í mun til øll hini, sum gera somu venjing runt allan heimin.
Øll kunnu luttaka í Open kappingunum, og rørslunar verða tillagaðar soleiðis, at øll klára at gera tær.
Í Føroyum er ein Crossfitvenjingarmiðstøð, og tað er Tvørmegi í Tórshavn. Ì Tvørmegi eru 28 íðkarar við í The Open. Av hesum er 16 menn og 12 kvinnur.
Crossfit er sera væl umtókt um allan heimin. Millum bestu Crossfit ítróttarfólkini í heiminum teljast íslendsku kvinnurnar Annie Thorisdottir og Katrín Davíðsdóttir.
Myndin til greinina er av íslendsku Annie Thorsidottir, sum tvær ferðir hevur vunnið heimsmeistaraheitið í Crossfit.