Føroyskir skótar fáa nú høvi at luttaka í størstu skótaleguni nakrantíð, sum verður í Onglandi á sumri í 2007.
Talan er um 21. heimsjamboreeina, sum verður skipað fyri at hátíðarhalda, at skótarørslan fyllir 100 ár. Tað var tann 1. august í 1907, at onglendingurin Baden-Powell skipaði fyri fyrstu leguni fyri dreingjum á Brownsea Island, teirri fyrstu skótaleguni nakrantíð.
Frá 27. juli til 8. august næsta ár fara 40.000 skótar úr øllum heiminum at minnast hesa hending á eini stórfingnari legu í Hyland Park, eitt sindur norðan fyri London.
Føroysku skótafylkingarnar eru bodnar at luttaka saman við donskum og grønlendskum skótum. Allir skótar, sum eru fyltir 14 ár, men ikki eru fyltir 18 ár, kunnu luttaka. Skótar eldri enn 18 ár kunnu søkja um at luttaka sum leiðarar. Tilmeldingarfreistin er 1. mars.
Fyri teir skótarnar, ið fara at luttaka, verður talan um spennandi fyrireikingar á heysti 2006 og á vári 2007.
Meira fæst at vita við at leita inn á heimasíðuna hjá Føroya Skótasambandi www.scout.fo ella við at venda sær til Høgna Jensen, samskipara, telefon 211030 ella teldupost [email protected].