Føroyskir svimjarar stóðu seg væl í Danmark

Føroysku ÍSB svimjarnir, Signa Vár Dávadóttir og Heidi Eliasen, hava staðið seg sera væl í Danish Open kappingini í gjár.

 

Í kappingini 50 m. bringusvimjing vann Heidi bronsuheiðursmerki við tíðini 59, 73 sek, sigur ÍSB.

 

Signa Vár gjørdist nr 6, og vann sín riðil við tíðini 1:01,86. Sek.

 

Svimjarnir hava eisini svomið 100 m rygg, 50 m rygg og 100 m. frísvimjing, og hava fingið góðar tíðir og sett onkur persónlig met.

 

Í dag skulu tær báðar aftur í hylin.

 

Á myndini er tað Signa Vár Dávadóttir, vinstrumegin, og Heidi Eliasen, høgrumegin