- Eg og Kevin trúgva bæði, at skulu børn fáa áhuga í ítrótti, so mugu tey eisini fáa møguleika at royna ymsar greinar, fyri at finna okkurt sum tey sjálvi dáma og eru góð til.
Soleiðis sigur Camilla Collins, sum upprunaliga æt Poulsen og er fødd og uppvaksin í Nólsoy.
Hon fór til Havnar at ganga í skúla og síðani víðari til Onglands at læra. Har hitti hon Kevin Collins og tey eru nú gift, eiga trý børn og búgva í lítla býnum, Bicester nær við Oxford.
Lítli býurin Bicester hevur kortini um 45.000 íbúgvar, so tað er hóast alt fram ímóti fólkatalinum í Føroyum.
Um hví børnini júst valdu karate, sigur Camilla soleiðis.
- Tað kom ein plakat upp at hanga um tilboð at venja karate, og tað hildu bæði maðurin og eg var eitt gott hugskot hjá børnunum at royna. Tað skapar sjálvsálit, samstundis, sum tú lærir at verja teg, so tá Kai var um fimm ára aldur fóru vit við honum, sigur Camilla Collins.
Og Kai dámdi hetta so væl, at hann tann dag í dag framvegis er íðin íðkari av karate.
- Eg venji tver dagar um vikuna, týsdag og hósdag. Týsdagar er tað ein tími ella so, men um hósdagin brúki eg mest sum allan seinnapartin, sigur Kai Collins, sum fyllir 14 ár 16 januar.
Hann er nú so framkomin, at hann hjálpir til at venja yngru liðini, so hann byrjar venjing klokkan 16 og er ikki liðugur, fyrr enn klokkan er farin av 19.15.
Nummar 8 í heiminum
Sum nevnt gjørdist Kai Collins beinanvegin bitin av karate, men eins og hini børnini eftir honum, vandi Kai bæði svimjing og fótbólt, umframt karate.
- Men tá hann gjørdist 7-8 ár, gjørdist tað so krevjandi, at tað var neyðugt hjá honum at velja, og hóast honum dámdi væl, bæði svimjing og fótbólt, so var tað karateítróttin, hann valdi, sigur Camilla Collins.
Og sigast má, at tað hevur gingið væl hjá unga, hálva føroyinginum.
- Tað finnast 11 stig innan karate, tey sonevndu beltini, og tað er umleið eitt ár síðan, at eg fekk tað svarta belti, sum er tað besta tú kanst náa. Men sjálvandi verður munur á, eisini hjá teimum, sum hava svarta beltið í karate, sigur Kai Collins.
Og at tað gongur væl hjá unga dreinginum prógvar hansara luttøka á enska landsliðnum, har hann eisini var við til HM í karate í Serbia í fjør.
- Har vóru 40 luttakarar, og harav megnaði hann at gerast nummar átta, sigur Camilla Collins.
Men eisini í aðrar mátar gekst væl hjá karatedreinginum í fjør.
- Eg vann eina enska gullmedalju, og so vóru vit eina ferð í Írlandi, og har eydnaðist mær at vinna tvey gullheiðursmerki, sigur Kai Collins.
Umframt at venja fast tvær ferðir um vikuna, so økist venjingin munandi upp undir kappingar.
- Tá venji eg hvønn dag, og umframt tað, so hittast vit á enska landsliðnum einar 4-5 ferðir um árið til venjingarlegur, sigur Kai Collins.
Í somu sporum
Eins og elsta systkini, byrjaði eisini Jake at venja ítrótt tíðliga.
- Tað vóru tær somu tríggjar ítróttagreinirnar sum Kai vandi, sigur Camilla Collins.
Men í mun til eldra bróðurin, hevði Jake ikki so gott tol við øllum teimum venjingum, sum karateótróttin kravdi. Honum dámdi betur at renna runt og serliga dámdi honum fótbóltin, ið samantvinnaði frælsið á vøllinum og liðspælið.
- Tað kom so eisini tann tíð, tá Jake mátti velja, hvat hann vildi. Og so var tað ítróttalærarin í skúlanum, ið mældi til, at vit fóru á ein innbjóðingardag hjá Oxford United, sigur Camilla Collins.
Nakrar ferðir um árið bjóðar fótbóltsfelagið, Oxford United, smádreingjum í økinum tile in dag, har tey sleppa at visa síni evni. Vísir so onkur serliga góð evni kann tað enda við, at viðkomandi verður bjóðaður at venja við einum úrvalsliði hjá felagnum.
- Vit fóru so til hendan dagin, og tað vísti seg, at felagið fegið vildi hava Jake at koma at venja við teimum, sigur Camilla Collins.
Hetta var fyri góðum trimum arum síðani, tá Jake var 7 ára gamal.
- Hann vandi so við felagnum í eitt hálvt ár, og tá fekk hann so ein lærlingasáttmála, sigur Camilla Collins.
Avmarkaður hópur
Tað er ikki loyvt at skriva sáttmála við ein so ungan drong, og tí er tað rættiliga avmarkað, hvørjir fyrimunir eru við einum slíkum lærlingasáttmála.
- Felagið lovar, at tað skal ikki ganga út yvir skúlagongdina, og so fær Jake sjálvandi fólbóltsklæðir frá felagnum. Eisini fær hann árskort til heimadystirnar hjá besta liðnum hjá felagnum og teir hitta eisini viðhvørt spælararnar, sigur Camilla Collins.
Hinvegin verða eisini treytir lagdar á ungu leikararnar.
- Teir mugu ikki spæla fótbólt við nøkrum øðrum, og ikki íðka aðrar ítróttagreinir, og teir hava møtiskyldu til venjingarnar, sigur Camilla Collins.
At byrja við vandu teir tveir dagar um vikuna, men tað er nú økt upp í tríggjar dagar.
- Teir venja mánadag, týsdag og hósdag frá 16 til 19, og spæla so dyst sunnudag. Og møta teir ikki til venjing ein dag, sleppa teir ikki at spæla við fylgjandi sunnudagin, sigur Camilla Collins.
Venjingin økist stigvíst, og verður Jake verandi í skránni, verður venjingin økt við einum degi aftrat.
- Tað er jú soleiðis, at tað verða bert heilt fáir nýggir dreingir upptiknir í venjingarskránna, og tá ein nýggjur kemur inn merkir tað, at onkur má víkja plássið fyri honum. Nú hevur Jake so verið við í skjótt fýra ár, sigur Camilla Collins.
Talan er um ein hóp á 14 dreingir, og teir verða royndir á øllum økjum.
- Ja, eg spæli á øllum plássum á liðnum, eisini sum málverji. Men mær dámar best at spæla á høgra vongi, sigur Jake Collins.
Fyllir nógv
At íðka so nógvan ítrótt fyllir nógv hjá børnunum, men tað ávirkar so saniliga eisini gerandisdagin hjá Camillu og Kevin.
- Kevin má leggja sítt arbeiði til rættis, so hann kann koyra børnini til teirra venjingar. Jake gongur til dømis í skúla til 15.15, og venjingardagarnar klárar hann bara heim at skifta, so má hann avstað aftur til venjing. So tað er ikki nógv tíð til annað, tá skúlatingini eisini skulu passast, sigur Camilla Collins.
Tað er til tíðir so strævið, at verður ein dystur avlýstur ein sunnudag, kemur tað sum ein vælkomin fríløta.
- Mya, yngsta barnið, hevur vant allar tær somum ítróttagreinirnar, sum dreingirnir, og hon venur framvegis karate og svimjing. Og nú sum átta ára gomul er hon á sama støði, sum Kai var á hennara aldri, sigur Camilla Collins.
Tað er tí alt, ið bendir á, at eisini triði spírin á stammuni gongur í fótasporunum hjá eldru brøðrunum, og tíðin kemur eisini skjótt, at Mya verður noydd at velja millum svimjing og karate.
- Nú er Kai so eisini byrjaður at venja Jiu Jitsu og Cage Fighting, men eg veit ikki, hvussu tað verður við seinni nevnda, sigur Camilla Collins.
Ikki nøkrum at siga, at tá børnini øll brúka so nógva tíð upp á sín ítrótt, so brúka foreldrini ikki minni, hvørki tíð ella pengar.
- Men tað gera vit fegin, tí vit stuðla fult og heilt okkara børnum at finna sjálvsálit, sjálvsvirðing og góða heilsu, sigur Camilla Collins.