Seinastu tíðina hava føroyskir whisky-fjepparar fyrireikað áhugafelagið EinMalt fyri føroyingar allastaðni í heiminum.
Fyrireikararnir, sum eru teir tríggir, Dánial Hoydal, Bogi Mouritsen og Andras Olsen, boða frá, at felagið hevur stovnandi aðalfund fríggjakvøldið 31. oktober kl. 19 á Patio í Havn. Samstundis verður felagið eisini stovnað í Keypmannahavn. Fundirnir báðir hava samband við hvønn annan umvegis Skype. Í sambandi við stovnandi aðalfundin verður fyrilestur við danska whisky serfrøðinginum, Leif Kjærgaard, sum eisini skipar fyri whisky smakking.
Fyribilsnevndin fegnast um stóra áhugan, sum fólk longu hava víst felagnum. Eitt nú í sambandi við eitt whisky kvøld, sum var á Patio í summar. Felagið hevur gjørt sær eina heimasíðu www.whisky.fo, har til ber at kjakast um whisky og at finna slóðir um whisky.
Øll kunnu tekna seg sum lim í felagnum fyri 200 krónur árliga, og limaskapur er ein treyt fyri at luttaka í tiltakinum fríggjakvøldið. Kostnaðurin er tá 400 krónur, og tá er limaskapur, fyrilestur og smakking við í prísinum, siga teir tríggir, Dánial Hoydal, Bogi Mouritsen og Andras Olsen.