Føroyskt alifelag í heimsins størstu alifyrtøku

Norska felagið Pan Fish eigur felagið Norway Sea Food, sum eigur í føroyska felagnum, Norðaling.

Pan Fish ætlar sær at gerast heimsins størsta alifyritøka. Hetta gerast teir, um teir, sum ætlað, keypa heimsins størstu laksafyritøku, Hydro Seafood. Við hesum keypinum fær fyritøkan eitt bein innanfyri ? bæði í ES og á amerikanska marknaðinum.

Jógvan Hugo

Gardar, Oslo


Pan Fish er í dag millum tær fýra størstu fyritøkurnar innan havbúnað í heiminum, og við at keypa Hydro Seafodd gerast teir til heimsins størstu fyritøku innan aling. Í 1999 hevur Pan Fish selt umleið 80.000 tons av laksi, og tað svarar til umleið 10 prosent av allari laksasølu í heiminum.

Tað er fyritøkan PPacPro, sum hevur lagt inn eitt boð uppá Hydro Seafood, og aftan fyri hetta navnið finna vit Pan Fish, Follalaks Holding, Midnor Group, Laco og Grieg Holding. Hesar fyritøkurnar kunnu samstundis syrgja fyri, at Hydro Seafood framvegis verður norskt. Norðmenn hava verið bangnir fyri, at útlendingar vilja fara avstað við Hydro Seafood aftaná, at Hydro-fyritøkan avgjørdi at gevast við alivinnu.


Úr Seattle til Føroyar

Pan Fish er skrásett á virðisbrævamarknaðinum og er upprunaliga sett á stovn av tí 53 ára gamla Arne Nore. Hann byrjaði í 1992 við góðari vitan um aling, men lítlar og ongar royndir. Í dag er umsetningurin umleið tvær milliardir føroyskar krónur.

Pan Fish byrjaði ikki í Noregi, men inni í eini vík í Seattle í USA. Í dag hevur fyritøkan sett pengar í alivinnuna í USA, Kanada, Skotlandi, Noreg og í Føroyum. Við virksemi sínum í USA hevur hann eisini syrgt fyri at hava atgongd til tann amerikanska marknaðin og sleppur uttan um høgu tollmúrarnar.

Í dag eru fýra stóra fyritøkur, sum eiga meginpartin av framleiðsluni av tí atlantiska laksinum. Hetta eru tær norsku fyritøkurna Hydro Seafood, Pan Fish og Stolt Sea Farm. Tann fjórða fyritøkan er tann hollendska Nutreco. Hesar fyritøkurnar standa aftan fyri millum 40 og 50 prosent av allari framleiðslu og sølu av laksi í heiminum.


Laksakongar

Við at keypa Hydro Seafood vilja Pan Fish og Arne Nore gerast sjálvir laksakongarnir. Arne Nore sigur við tíðindastovuna NTB, at teir rokna við at onkur annar eisini fer at bjóða uppá Hydro Seafood, men at Pan Fish er ein fyritøka, sum hevur møguleika at yvirtaka og syrgja fyri, at Hydro Seafood-ognirnar framvegis fara at geva pengar.

Pan Fish framleiðir 60.000 tons av alilaksi í ár, men stendur fyri søluni av 80.000 tonsum. Teir økja um framleiðsluna, men Arne Nore roknar við, at um teir fáa hendur á Hydro Seafood, verður hetta økt munandi.