Føroyskt bókmenta- og tónleikakvøld í Keypmannahavn

Leygarkvøldið komandi verður áhugavert føroykst bókmenta- og tónleikakvøld á Paludan Bogcafé, sum liggur á Fiolstræde miðskeiðis í Keypmannahavn.

Tiltakið, sum byrjar klokkan 18, er partur av umfatandi bókmentavikuni við heitinum, København læser. Ein vika við upplestri og øðrum bókmentaligum tiltøkum kring allan býin, sum munna út í stóru, vælumtóktu og afturvendandi bókamessuni í Forum, Bogforum, sum verður í vikuskiftinum 11. - 13. november. Á bókamessuni í ár eru nógvir spennandi rithøvundar á skránni. Millum annað Sofi Oksanen, Søren Ulrich Thomsen og Michael Cunningham. Umframt høvundar, hava ymisku forløgini bás á messuni, harímillum forlagið Torgard við Hugin Eidi.

Leygarkvøldið á Paludan Bogcafé hava áhugað høvi til at hoyra ein part av, hvat føroyski bókmentapallurin hevur at bjóða upp á av nýggjum tilfari borið framm av fýra ymiskum listafólkum. Talan er um Tórodd Poulsen, Vónbjørt Vang, Daniellu Andreasen, Dennis Agerblad og Mai Øvlisen.

Hin altíð virkni Tóroddur Poulsen gav út fyri stuttum yrkingasavnið Bræddur firvaldur, við undirheitinum, 51 ljóð til tøgnina. Leygarkvøldið fer Tóroddur m.a. at lesa upp úr yrkingasavninum Útsýni, 2010, sum var innstillað til Nordisk Råds Litteraturpris 2011. Verkið, sum júst er umsett til danskt av Erik Skyum-Nielsen kemur út á forlagnum Torgard í næstu viku.

Dennis Agerblad, sum býr á Vesterbro í Keypmannahavn, er uppvaksin í Vestmanna. Dennis hevur eitt langt CV, tá tað kemur til tónleikaútgávur, upptraðkan á palli og í sjónvarpi, framsýningar við mongum meira. Dennis hevur við síni list sett spurnartekin við menniskjasliga samleikan ferð eftir ferð, og ikki minst hevur hann á ein heilt serligan hátt sett spurnartekin við, hvat tað vil siga at vera føroyingur. Sum áður nevnt, hevur Dennis givið út fløgur við bólkinum Maður/Glotti, saman við Terja Mesell. Nú roynir hann nýggjar leiðir, og gav fyri fáum vikum síðan út dupultfløguna Dennis Agerblad sings Tóroddur Poulsen – Sproghoved/Málhøvd. Á fløguni, sum bæði er á donskum og á føroyskum, tulkar Dennis yrkingar hjá Tóroddi Poulsen. Leygarkvøldið fer Dennis at framføra løg av fløguni við special effektum. Fløgan verður til keyps leygarkvøldið.

Daniella Andreasen, sum er búsitandi í Århus er kendur bloggari á Tórsportalinum, har hon undir heitinum Daniella bloggar, viðgerð alt tað, ið rørir seg í samfelagnum og í menniskjanum, men sum vit ofta eru bangin fyri ella varin við at seta orð á. Daniella debuteraði í apríl mánaði í ár á forlagnum Eksil við prosa/lyriska verkinum Dilemma, ið vakti ans millum lesarar og ummælarar. Við verkinum gekk Daniella egnar leiðir, bæði í mun til tey evni, sum verða viðgjørd og við sínum bersøgna máli og hátti at siga tingini akkurát sum tey eru. Hetta, uttan at lata seg kúga av fordómum, ótta fyri dómum ella lógum fyri, hvussu eitt verk skal setast saman, hvørki málsliga ella í mun til genrukrøv. Leygarkvøldið fer Daniella at lesa upp úr Dilemma, men eisini úr nýggjum tekstum.

Vónbjørt Vang er búsitandi í Keypmannahavn. Vónbjørt debuteraði samstundis við Daniellu á forlagnum Eksil við yrkingasavninum, Millumlendingar. Yrkingasavnið hjá Vónbjørt fekk sera góð skoðsmál í miðlunum. M.a. í mentunarsendingini In Mente í KVF. Vónbjørt hevur áður givið út, m.a. í tíðarritinum Vencil. Hon er eisini ummælari á Kvinnu, har hon ummælir bøkur, tónleik, filmar v.m.

Mai Øvlisen, Meejah, er úr Århus. Leygarkvøldið framførir hon egin løg millum upplestrarnar. Mai hevur verið í Føroyum fleiri ferðir, har hon m.a. hevur spælt á G! Løgini hjá Mai flokkast sum hoyrandi til singer/songwritergenruna.

Tiltakið er ókeypis og byrjar kl. 18.00 og endar kl. 21.20.