Copenhagen Blues Festivalurin, sum er í danska høvuðsstaðnum í hesum døgum, fær føroyskt íkast í annaðkvøld. Crawling Blue, Sámal Ravnsfjall og David Kampmann fara á pall í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, og er henda konsertin er partur av stóra Copenhagen Blues Festivalinum, sum fevnir um 25 spælistøð og 70 konsertir í tíðarskeiðinum 29. september til 3. oktober.
Tað var í vár, at tað gjørdist greitt, at Crawling Blue skuldi luttaka á hesum festivalinum. Hetta komst millum annað av, at fyrireikararnir av festivalinum í 2005 vóru sera væl nøgdir við framførsluna hja GoGo Blues, sum Uni Reinert Debess eisini var oddamaður í.
Í Crawling Blue spælir Uni Reinert Debess eisini gittar og munnharmoniku, umframt at syngja. Hinir í bólkinum eru Brandur Jacobsen á trummum, Óli Olsen á rhodes og hammond og Eyðun Johannesen á bass.
Leygarkvøldið lata dyrnar í Føroyahúsinum upp klokkan tíggju, David Kampmann fer á pall 23.20, Sámal Ravnsfjall á midnátt og Crawling Blues hálvan tíma seinni.