Føroyskt brøðrastríð í Kroatia

Talv: Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen, sum báðir hava møguleika at vinna IM norm, sita í dag yvirav hvørjum øðrum

Brøðurnir Rógvi Egilstoft Nielsen og Høgni Egiltstoft Nielsen luttaka í hesum døgum í talvkapping í Kroatia. Kappingin eitur Zadar Open.

Felags fyri teir báðar er, at teir hava møguleika at vinna avgerandi IM norm. Úrtøkan eftir trý tey fyrstu umførini er bæði hjá Rógva Egilstoft Nielsen og Høgna Egilstoft Nielsen 2,0 stig.

 

Í dag er fjórða umfar, og tað hevur lagað seg soleiðis, at teir báðir eru í innanhýsis uppgerð. Um IM dreymurin skal verða veruleiki, so er neyðugt at vinna. Tí verður ivaleyst nógv lagt fyri í royndini at vinna. Rógvi situr í dag við hvíta fólkinum.

 

Í fyrsta umfari telvaði Høgni E. Nielsen (2400) við hvíta fólkinum javnt ímóti Sahil Tockoo (2224) úr Kroatia. Í øðrum umfari vann Høgni við svørtum ímóti Jakob Bratkovic (2239) úr Slovenia, og í triðja umfari endaði tað javnt ímóti Ranveer Mohite (2236) úr India. Tá sat Høgni við hvíta fólkinum.

 

Í fyrsta umfari vann Rógvi Egilstoft Nielsen (2339) við svarta fólkinum ímóti Jasmin-Denise Schloffer (2115) úr Eysturríki. Í øðrum umfari vann Rógvi við hvíta fólkinum ímóti GM Dragisa Blagojevic (2497), og í triðja umfari tapti Rógvi við svarta fólkinum ímóti IM Leon Livaic (2474) úr Kroatia.

 

Tað ber til at fylgja talvinum millum Rógva og Høgna Egilstoft Nielsen her

chess24.com/en/watch/live-tournaments/zadar-open-2018/4/1/11