At umbyggja bilar var ikki óvanligt í Føroyum miðskeiðis í 20. øld. Til dømis vóru fleiri lastbilar umbygdir til bussar o.s.fr., men bilurin, sum varð bygdur á tunnuvirkinum í Havn í 1955/56, var rættuliga sermerktur og helst framman fyri sína tíð.
Hugskotið til bilin er helst komið frá amerikansku bilunum tá í tíðini, ið høvdu design sum var ein blandingur av rasarabilum og flogførum við t.d. veingjum aftan. Ein av hesum bilum var konseptbilurin Le Sabre hjá General Motors, sum var teknaður av amerikanska designaranum Harley Earl í 1951. Bilurin bleiv ein fyrimynd hjá so gott sum øllum amerikansku bilunum í 50-unum hvat designinum viðvíkti.
Fyri nøkrum árum síðan varð nokk so nógv skrivað um hendan bilin í bæði Dimmalætting og Sosialinum. Ein av teimum sum mintist bilin var Schønning Eysturoy, sáli, sum sjálvur var við til at byggja bilin. Schønning sigur í samrøðu við Dimmalætting, at hetta var tann fyrsti bilur í Føroyum sum hevði bandavspælara og hátalarar við musikki. Tað kom ikki væl við at hava bilin standandi har sum kappríðingin fór fram, tí musikkurin órógvaði hestarnar, so reiðmenninir vóru í øðini um bilin.
Tað var ein norðmaður, Almar Nordhaug, sum kom til Føroya at hjálpa til við at fáa tunnuvirkið hjá Christiani Holm Jacobsen í gongd yviri við Strond í Havn, sum kom við hugskotinum um at byggja bilin.
Tá tunnuvirkið var komið væl í gongd, hevði Almar Nordhaug góða tíð til at takast við eitt hvørt ítriv, tí hann var sera fittur í hondunum, segði Schønning.
Ein dagin kom hann inn á tunnuvirkið við einum gomlum bilmotori og einum stelli, sum hann setti sær fyri at seta saman til ein bil. Motor og stell hevði hann funnið á einum ruskplássi í Havn. Hetta var sera rúgvusmikið tilfar og tók nógv gólvpláss inni á virkinum.
Nógv arbeiði skuldi til fyri at byggja bilin, sum flest allir sum arbeiddu á virkinum meira ella minni vóru við til aftaná vanliga arbeiðstíð. Eisini Schønning, sum fekk til uppgávu at snøgga rundan um lyktirnar og gera veingirnar aftan umframt okkurt annað.
Bilurin til Noregs
Bilurin var úr jarni, so har mátti fólk til sum dugdi at sveisa. Ein teirra sum var sera fittur í hondunum og sum gjørdi tað stóra arbeiðið var Vilmund Olsen, sum arbeiddi á verkstaðnum hjá Vilhelmi Nielsen.
Tað mundi ganga út móti einum ári at byggja bilin, sum fekk navnið »Du og jeg bilurin«, tí har vóru bert pláss fyri tveimum fólkum. Bilurin var opin aftan og var leingi at síggja koyrandi í Havnini.
Tá Nordhaug seinni fór aftur til Noregs, tók hann sjálvandi bilin, sum hevði føroyskar nummarplátur, við sær, og har yviri koyrdi hann í fleiri ár. Sjálvur fór Schønning Eysturoy eisini til Noregs og var har í eina tíð á fyritøkuna, har Almar Nordhaug arbeiddi. Hann var so mikið heppin, at hann fleiri ferðir slapp at læna heimagjørda bilin at koyra í.
Hesin sami Nordhaug var eisini hann, sum útvegaði Einari Joensen, prentara, eina brúkta prentsmiðja úr Noreg, sum síðan var sett upp í Havn og var byrjanin til Einars Prent, segði Schønning Eysturoy.
Føroyskt dollargrin
Sosialurin skrivar eisini um bilin tann 30. juni 1990 undir yvirskriftini »Føroyskt dollargrin«. Herfyri skrivaðu vit um bilin, sum norðmaðurin Almar Nordhaug gjørdi saman við nøkrum føroyskum hegnismonnum í Havn í 1955/56.
Brandur Øssursson í Havn hevur lænt okkum nakrar myndir, sum hann tók summarið 1956. Bilurin stendur í Nólsoyar Pálsgøtu við matstovuna hjá Ellingsgaard. Myndirnar vísa, hvussu óvanliga flottur bilurin var.
Hóast hesin hvíti og reyði bilur vakti stóran ans í Havnini, tá hann kom út at koyra, tykist ikki sum bløðini skrivaðu um hann tá. Vit hava í øllum førum ikki funnið nakað um hann.
Bilurin var framman fyri sína samtíð. Hann hevði m.a. bandavspælara og ikki færri enn fýra hátalarar. Onkur vil vera við, at Almar Nordhaug fall væl í eyguni á Havnargentum, tá hann kom koyrandi á stóra akfari sínum. Og eingin ivi er um at hesin bilur hevði troðkað allar aðrar bilar burtur í røntgini á Bursatanga, kom hann oman har at standa.
Men tíverri er bilurin farin fyri skeyti. Seinast vit vita um hann við vissu, var hann nýttur sum prýðislutur í einum møbilhandli í Oslo. Tann handilin er givin fyri nógvum árum síðan og hvat er vorðið av føoyska bilinum dugir Almar Nordhaug sjálvur ikki at siga. Hann angrar nú, at hann nakrantíð læt bilin frá sær. Hann læt bilin í býti fyri ein amerikanskan Studebaker í Ålesund.
Sofus um bilin
Vit hava spurt Sofus Hansen, sum sjálvur hevur umbygt fleiri bilar, hvat hann heldur um hendan føroyskt bygda bilin frá 50-unum.
Sofus sigur, at hann er rættuliga imponeraður av hesum bilinum. Hann hevur heilt víst verið ein heilt fantastiska flottur bilur við amerikanskum framtíðardesigni.
Eitt er bilurin uttan, men at síggja designi innan sum t.d. instrumentborði og gardanboksina, tað sigur nakað um hondverkið og tann ómak menninir á tunnuvirkinum hava lagt fyri dagin. Hetta er einasti bilur, sum er bygdur í Føroyum allur sum hann er, tí er tað spell, at hann er farin fyri einki, sigur Sofus.