Føroyskt framleidd sending í

Sendingin um myndahøggaran Hans Paula Olsen verður at síggja í øllum norðurlondum





Føroyskt framleitt sjónvarpstilfar er ikki ofta at síggja í norðurlendskum sjónvørpum. Men nú hava almennu sjónvarpsrásirnar í øllum Norðurlondum boðað frá, at tær vilja vísa sendingina “Myndir úr málmi” um myndahøggaran Hans Paula Olsen. Sendingin varð gjørd í vár og fyrstu ferð send í Kringvarpi Føroya á páskum.
 
Nú skal sendingin umsetast til danskt, og síðani verður hon latin sjónvarpsrásunum í hvørjum landi sær til versionering, sum tað eitur, tvs. til umseting, teksting og lestur, so hon fær somu heild á viðkomandi máli, sum hon hevur á føroyskum. Aðrar broytingar verða ikki gjørdar, og sendingin er tann sama, sum hevur verið víst í føroyskum sjónvarpi.
 
Tað er sjónvarpsmaðurin Bogi Godtfred, sum hevur gjørt sendingina í samstarvi við Jógvan Eli Dam, ið er fotografur í Kringvarpinum. Tveir danskir og ein føroyskur fotografur, Johannes Danielsen, gjørdu eisini upptøkur til sendingina.
 
Viðurkenning
 
- Tað er gleðiligt, at hini norðurlondini fara at vísa sendingina, og í hesum liggur ein viðurkenning av føroyskum sjónvarpsarbeiði. Tað hevur týdning at aðrar og nógv størri sjónvarpsrásir meta okkara arbeiði at vera dygdarrgott, sigur Bogi Godtfred.
 
Sendingin er eitt frálíkt høvi at vísa norðurlendsku grannum okkara ein av Føroya mætastu listamonnum, Hans Paula Olsen. Myndir hansara eru hugtakandi, bæði tí at tær eru sterkar listaliga, og tí at handalagið er so framúrskarandi. Tað eru skotsmálini, Hans Pauli og verk hansara fáa frá listaummælarum.
 
At savna allar træðrir til eina sjónvarpssending uppá trý korter kann vera drúgt, men Hans Pauli er viðeiriligur og lættur at samstarva við, og tað hjálpir væl, tá framleiðslutíðin er avmarkað, sigur Bogi Godtfred.
 
Londini, ið samsvara í Nordvision eru Ísland, Noreg, Svøríki, Danmark og Finnland umframt Føroyar. Í Nordvision verður samstarvað á fleiri økjum. Londini kunnu í felag lyfta kostnarmiklum framleiðslum, vera saman um framleiðslu av sendingum, sum verða vístar í øllum Norðurlondum umframt hetta at vera torg fyri sendingum hvør frá øðrum.