Í einum vøkrum urtagarði uttan fyri eini stásislig, hvít hús í Florida stendur ein vakur ungur brúðgómur og bíðar. Tvær smágentur ganga og spreiða blómubløð á nýsligna bøin, og ein føroyskur smádrongur, systirsonur brúðrina, kemur gangandi við brúðarringum.
Meðan tónleikur, sum brúðgómurin, puertorikanski Noé Chaparro, sjálvur hevur gjørt, ljóðar í bakgrundini, kemur føroyski Victor Carlsen leiðandi dóttrina, Barbaru Carlsen, sum er høvðuspersónur í hesum vakra brúdleypi.
Pastorurin í samkomuni River Church at Tampa Bay, pastor Rodney Howard Browne heldur vígslutaluna og vígur síðani parið.
- Hetta var ein sera hátíðarlig løta, sigur Victor Carlsen, pápi brúðrina, við Sosialin.
Umleið 120 fólk, familja, vinir og kenningar vóru við hesa sera hugnaligu og hátíðarligu løtuna.
- Eftir myndatøku var restin av degnum hildin inni í stóru høllini, har dekkað var fyri øllum til góða máltíð. Eisini talur og annað undirhald var fyri brúðarparinum, so í veruleiknum líktist hetta einum heilt vanligum føroyskum brúdleypi, bara tað, at hetta varð hildið um dagin heldur enn um kvøldið og náttina, greiðir Victor Carlsen frá.
Eftir veistluna var brúðarparið koyrt í limusinu koyrt á eitt hotel at njóta brúðarnáttina og síðani hava tey notið góðar dagar uppi í Smokie Mountain.
Føroyskt brúdleyp í sólini
Brúðurin, Barbara, sigur við Sosialin, at hon stóð fyri at fáa alt so vakurt og lekkurt sum møguligt. Temaðið var rósubløð og litirnir vóru hvítir og pink.
- Vit høvdu ikki ráð til nakað dýrt brúdleyp, men eg vildi hava tað so vakurt og hugnaligt sum møguligt. Húsið við tí vakra urtagarðinum hugtók meg, og eg vildi fegin hava eitt útibrúdleyp við innandura móttøku.
Í USA er vanligt at hava stutta móttøku, meðan vit í Føroyum er von við langar veistlur. Vit høvdu eitt millumting við móttøku, har familjan hjá mær skipaði fyri sangi og undirhaldi, og tað riggaði ordiliga glað, sigur Barbara.
Systir Barbaru, Laila, sigur, at fólk stuttleikaðu sær, og tey fingu fleiri viðmerkingar, um hetta var eitt øðrvísi og stuttligari brúdleyp, enn tey annars vóru von við.
Eitt annað føroyskt innslag vóru kakurnar. Í USA hava tey vanliga bara brúðarkakuna, men mamman og systrarnar høvdu bjóðað seg til at gera nakrar føroyskar kakur, so við síðuna av borðinum við brúðarkakuni, stóð eisini eitt borð við góðum føroyskum kakum.
Brúðurin var í diamanthvítum kjóla og mamman, Miriam Carlsen, hevði seymað og broderað føroyskar brúdleypsvestar til bæði pápa brúðrina og brúðgommin. Vestarnir høvdu litir, sum passaðu saman við rósublað temanum.
Okkurt amerikanskt innslag var tó. Til dømis hava amerikanarar ein vana, har brúðurin kastar brúðarbukkett og brúðgomurin ger nakað líknandi.
- Brúðgómurin býtur hosubandið av brúðurini og blakar tað til støku menninar, eins og brúðurin kastar bukettina til gentirnar, greiðir Barbara frá.
Amerikanskt sanglív
Tað er nú meira enn eitt ár síðani at Vanja, Laila og Barbara fóru yvir til USA, har tær síðani hava ferðast nærum alt landið og luttikið á sokallaða Great Awakening Tour, sum samkoman River Church at Tampa Bay skipar fyri.
Victor Calsen, pápi tær tríggjar, sigur, at upprunaliga var ætlanin, at hetta átakið skuldi ganga yvir 2 ár, og tey hava longu vitjað á 25 ymiskum støðum, har vanliga møtirøðin byrjar týsdag og endar fríggjadag. Heimferð er vanliga leygardagar, lokal luttøka í heimasamkomuni sunnudagar, og so aftur útferð mánadag.
- Høvðusuppgávan hjá Vanju, Miriam og Barbaru er at syngja til øll møtini. Vanliga fáa tær loyvi at syngja tveir sangir, og ofta verða tær bidnar at syngja á føroyskum eisini, so áhoyrarnir kunnu frætta um og uppliva eitt sindur av føroyskum tilfari á møtunum, sigur Victor Carlsen.
Flestu møtir verða upptikin og send um fylgisvein, antin gjøgnum GOD TV ella aðrar vælkendar rásir í USA.
Stubbar:
Lærir føroyskt sum papageykur
Noé er upprunaliga úr Puerto Rika, men hevur búð í USA, síðani hann var smádrongur. Hann hevur ikki verið í Føroyum enn, men hann hevur lært seg eitt sindur av føroyskum.
- Eg geri sum papageykarnar, eg kopieri bara tað eg hoyri, sigur Noé.
- Eg lærdi hann beinanvegin at siga »Hvat merkir«, og so hevur hann spurt líka síðani, sigur Barbara flennandi.
Tey bæði vóna, at tey kunnu koma ein túr til Føroya innan alt ov langa tíð.
Kærleiki og bilar
Umframt stóra kærleikan til Barbaru, so elskar Noé eisini bilar. Hann greiðir frá um brúdleypslimosinurnar, sum familja hjá honum høvdu leiga teimum til brúdleypi, og Barbara sigur, at í fyrsta sanginum, sum Noé yrkti til hana vóru bilar eisini í.
- Vit møttust, tá eg og systrarnar vóru ein stuttan túr í USA á sumri 2006. Síðani tosaðu og skrivaðu vit saman á Skype. Eg greiddi honum frá um Føroyar og kavan her. Hann hevði ongantíð uppliva kava, og einaferð sendi hann mær ein sang, har hann ímyndar sær at vit koyra bil saman í villum kavaveðri.
Tók ár at skriva brúðarsang
Bæði Barbara og Noé arbeiða fulla tíð sum sangarar. Nú tey eru gift, verður Noé og trio hansara partur av somu møtirøð, sum Carlsen systrarnar hava verið við til í eitt ár. Í staðin fyri ein brúðarmarch í vígsluni, varð ein kærleikssangur, sum Noé hevði skrivað til Barbaru, spældur.
- Hann hevði skrivað niðurlagið tvey ár áðrenn vit møttust. Niðurlagið snýr seg um, at hann bíðar eftir tí røttu gentuni, og tá vit høvdu kent hvønn annan eina tíð, tók hann ørindi framm aftur og skrivaði sangin, greiðir Barbara frá.