Føroyskt konsulát í Svøríki og Talent

Ringt verður til Erik Klint, sum arbeiðir fyri einum føroyskum konsuláti í Svøríki. Steintór Rasmussen vitjar Rásarúmi millum kl. 19 og 20. Føroyar eiga fitt av vinum kring knøttin. Ein av teimum er svenskarin, Erik Klint, sum arbeiðir hart fyri, at Føroyar skulu stovna eitt konsulát í Svøríki. Jólaradio hjá Rás2 ringir til Erik Klint kl. 17.30 í dag. Kl. 19 fær Jólaradio vitjan av Steintór Rasmussen. Við sær í Rásarúmið hevur Steintór nýggja svarta kassan hjá ?Talent?, sum hevur gjørt føroyska spælið, sum kom á marknaðin ífjør, enn meiri spennandi.