Hanna Jensen, studentaskúlalærari
--------------
Mál er eitt óundansleppandi fyribrigdi. Líka síðani Bábelstornið hevur mál verið mennniskjanum ein avbjóðing. Nú á døgum í okkara parti av heiminum eitur tað so mikið sum rættur til mál, rættur til móðurmál, rættur til fremmandamál o.s.fr.
Føroyar eru í eini serligari støðu málsliga. Vit liggja fjart frá øðrum londum, men eru fá og smá, og frá gamlari tíð eru vit undir sterkari málsligari ávirkan úr Danmark, men nú á døgum eisini úr ensktmælta heiminum. Og tey, sum standa allarmest fyri skotum, eru tey ungu, men eisini børnini.
Mál er eitt samskiftisamboð, og um tað einans er tað, so kundi allur heimurin bert skift til enskt, ella tað til ta tíð ráðandi heimsmálið. Trupulleikin er bert, at mál stendur ikki í stað, tí brúkararnir eru menniskju – livandi verur, sum fáast við ymiskt vinnuvirksemi, við handverk, skúlaskap, skaldskap og tílíkt, sum menniskjan nú einaferð ger. Hvør bygd, hvørt øki, hvørt land hevur eina ávísa søgu og mentan, og málið fer altíð at vera partur av hesum. Tí er mál meiri enn bert eitt amboð. Tað er partur av samleika hins einstaka og hjá bólkinum, sum hann er partur av. Bólkurin kann vera familja, ungdómsbólkur, kirkja/samkoma, tónleikaumhvørvi, ítrottarbólkur, yrkisbólkur, bygd, oyggj, landspartur, land ella heimspartur. Eisini eru kyn, aldur og æviskeið avgerandi fyri málnýtsluna.
Millum fremstu avbjóðingingarnar hjá føroyska samfelagnum er tí avbjóðingin at tryggja føroyingum at kunna samskifta á føroyskum í øllum lívsins viðurskiftum her heima á landi; at støðugt røkta málið á teimum økjum, har tað verður nýtt og harvið forða fyri økismissi og samstundis at tryggja málinum at ganga fram á nýggjum økjum - at fremja økisvinning. Móðurmál er grundarlag at byggja aðra vitan á, og tað ráðaloysi, sum nú ræður rundan um frálæruna í føroyskum heilt frá barni og upp til hægri útbúgving, má takast í álvara, og kós má setast fyri føroyskt í undivísing og gransking, men eisini fyri málið á øðrum økjum í samfelagnum. Eitt mál, sum ofta verður gloymt, er teknmál. Eisini tað skal takast við í øllum samfelagsviðurskiftum. Okkara lítla málsamfelag má standa sterkt, um næsta avbjóðingin, fremmandamálsinnlæringin skal eydnast okkum.
Eingin er í iva um, at føroyskt er okkara mál – okkara fyrsta mál, móðurmálið. Men so skjótt vit tala um onnur mál, gerast vit í iva. Er danskt okkara annað móðurmál? Eru vit tvímálslig? Ella er danskt bert fyrsta fremmandamál okkara – annað mál okkara? Hetta er als ikki greitt, og grundin er einføld: politiska søga okkara, har vit ímóti grundtankum Luthers við trúbótini fingu danskt inn í kirkjuna í staðin fyri okkara egna mál vegna samband okkara við lítla landið, Danmark. Sama hendi á øðrum økjum í samfelagnum, og tað hevur verið eitt tungt stríð at fáa føroyskt inn á týdningarmiklu økini kirkju og skúla.
Men enn í dag eru lógarásetingar, sum tykjast forða fyri, at støðan hjá móðurmálinum og støðan hjá øðrum málum verða lýstar greitt. “Føroyskt verður viðurkent sum høvuðsmál”, sigur Heimastýrislógin, “men danskt skal lærast væl og virðiliga, og danskt kann eins væl og føroyskt nýtast í almennum viðurskiftum.” Hvat merkir hetta í roynd og veru? Er hetta eitt krav um, at danskt skal vera okkara annað mál? Tað hevur sæð soleiðis út seinastu nógvu hundrað árini. Men er nøkur forðing fyri, at vit avgera, at tað skal vera øðrvísi? At t.d. enskt tekur hetta sæti? Ella at danskt og enskt standa lið við lið í tign og kunnleikastøði? Er hetta møguligt reint málsliga og pedagogiskt? Ella má danskt nú víkja? Hvat so við norðurlendska málfelagsskapinum, har føroyingar standa seg best, tá tað kemur til at gera seg skilligan millum norðurlendsku brøðratjóðirnar og at skilja teirra mál? Hvussu við hinum norðurlendsku málunum? Áttu vit ikki at kunna valt ímillum fleiri teirra og fingið til vega undirvísarar til norskt, svenskt og íslendskt eisini? Hetta eru sera viðkomandi spurningar, sum skilafólk við røttu førleikunum mugu viðgera, lýsa og leggja fyri føroyska fólkið á einhvønn hátt. Í øllum førum má ein møgulig framhaldandi frálæra í donskum skipast sum fremmandamálsfrálæra, tí sum nú er, lesa føroyingar í skúlaskipan okkara í stóran mun danskt eins og danir gera tað – heilt upp til Studentspróvtøkuna – tó at fortreytirnar eru heilt øðrvísi. Ein skilmarking av og ein støðutakan til leiklutin hjá donskum máli í undirvísingarskipan okkara og samfelagnum annars má fara fram.
Tað er sum um, at vit ikki tora at kjakast um hetta. Evnið er ov eymt og nertur við politisku sál okkara – tí politikkur kom rættiliga tíðliga í málstrembanina og málspurningin í Føroyum. Men hetta álvarsmál hevjar seg langt upp um partapolitik, tjóðskaparkenslur og polemikkin um ríkisrættarligu støðu Føroya. Tað snýr seg um mál hins einstaka, hansara trygga málsliga grundstøði, sum skal tryggja góða lesiinnlæring, sum er lykilin til alla útbúgving. Í hesum liggur lykilin til eitt sterkt og vælútbúgvið ættarlið, sum skal tryggja Føroyum framburð. Mál er heilt einfalt ein týdningarmikil samfelagsspurningur, sum liggur tætt upp at spurninginum um fólkaræði, og sum skal hava viðgerð og raðfesting við játtan á fíggjarlóg landsins.
Nústani kemur fremmandamálsfrálæran, sum ikki er minni áhugaverd fyri eitt so lítið land og samfelag sum Føroyar, veruliga inn í myndina. Tá okkum er greitt, hvat vit gera við danskt/enskt spurningin, er eftir at fáa greiði á, hvussu vit tryggja, at eitt breitt úrval av øðrum viðkomandi fremmandamálum á høgum stigi verður boðið unga fólkinum, sum nú og frameftir skal nema sær sín grundleggjandi kunnleika. Tað er ikki nóg mikið at duga nóg væl danskt ella nóg væl enskt fyri at kunna nema sær útbúgving í Danmark ella í einum landi, har enskt er málið. Tær nýtist ikki at fara langt – bara í Europa - fyri at uppliva, at enskt als ikki er nóg mikið í tættari samskifti við aðrar mentanir. Enskt er eitt mál, sum øll mugu duga, sum heimurin er skipaður í dag, men eitt fremmandamál (møguliga afturat donskum) er ikki nøktandi, tá um ymisku londini ræður. Besta atgongumerki til ein marknað – eina mentan – er málkunnleiki. Og málkunnleiki er ofta tað eyka, sum skal til, fyri at fáa tey áhugaverdu størvini. Tað at kunna fara lættliga um landa -, mál - og mentanarmørk er ein virðismikil førleiki, sum gagnar tí einstaka men eisini samfelagnum. Aftur her er týdningarmikið at hugsa um teknmál og at bjóða tað út millum fremmandamálini!
Føroyar eiga at hava nógv fleiri fólk, sum duga ymisk triðja/fjórða/fimta... fremmandamál væl. Hetta kann tykjast eitt sindur kravmikið, tá vit hugsa um, at t.d. onglendingar og amerikumenn fyri so vítt sleppa undan at læra seg fremmandamál – allur heimurin liggur á knæ fyri at sleppa at læra og at tosa teirra mál. Og ja -, málsligu krøvini til ein føroying eru rættiliga strong. Tað liggur í arvinum hjá einum føroyingi, í lagnu hansara, at læra onnur mál – so nógv sum møguligt – samstundis sum hann er ein av hesum umleið 48.000, sum skulu hjúkla um okkara egna mál. Soleiðis er tað, og vit kunnu tað sama góðtaka støðuna og síðani royna at venda henni til eina styrki. Mál er og kann í nógv størri mun gerast eitt ríkt tilfeingi. Vit kunnu vinna pening við málsligari styrki. Bæði við betri marknaðaratgongd, tá vit hava samband við tey røttu kring knøttin á rætta málinum, men eisini við inntøkum, sum beinleiðis hava við mál at gera innan t.d. granskingarsamstarv ella annað virksemi, har mál er sjálv vøran ella granskingarevnið. Øll okkara undirvísingarskipan má lagast eftir hesum krøvum, fyri at hendan málsliga styrkin kann gerast veruleiki. Og helst má tílík fremmandamálsundirvísing byrja í 6. ella 7. flokki.
Og nú kemur seinasti tráðurin á hesum sinni, og tað er frálæran í føroyskum sum fremmandamál. Vit eru partur av altjóðagjørda heiminum, og hvussu vit enn skilja hetta heiti, so er í øllum førum greitt, at mentanir møtast sum ongantíð fyrr, ígjøgnum miðlar, men sanniliga eisini í holdi og blóði. Fremmand arbeiðsmegi er eitt av gandaorðunum, sum verða slongd út, tá ið á stendur í vinnuni. Og hon er longu her! Hvat gera vit í Føroyum fyri at fáa hesi fólk inn í samfelagið á skjótasta og besta hátt? Vit vita, hvussu týdningarmikið málið er fyri at kunna luttaka í einum samfelagi, og tí er alneyðugt, at vit fáa skipað útbúgving í føroyskum sum fremmandamáli, so at vit kunnu fáa eitt støðugt og skipað undirvísingartilboð kring landið, men eisini intensiv skeið, so útlendingar rættiliga skjótt kunnu ferðast frælst í samfelagnum – uttan málsligar forðingar – og harvið geva meiri og integrerast lættari – um tey skulu støðga styttri ella longri. Vit skylda teimum, sum koma til oyggjarnar, holla undirvísing. Og her kemur ein bólkur afturat til sjóndar: føroyingar, sum fyri ein stóran part eru uppvaksnir uttanlands, men sum vilja koma “heim” til røturnar at fáa sítt føroyska tilknýti upp á pláss ella heilt einfalt at sleppa at nýta málið í gerandisdegnum. Tilboð til hesar føroyingar er eisini okkara ábyrgd sum samfelag. Sama er galdandi fyri øll tey, sum í mong ár hava verið undir útbúgving uttanlands og skulu koma inn í føroyska samfelagið at starvast innan sítt fakøki. Tað er sjálvsagt, at tey fáa málsligt skeið, so yvirgongdin ikki verður ein ov stórur biti at svølgja.
Ábyrgdin fyri føroyskum er okkara, men eisini hava vit ábyrgd av, at vit læra okkum fremmandamálini, og at vit læra onnur okkara mál. Hesir partar eru partar av somu heild; tað eru einans vit, sum kunnu lyfta hesa byrðina. Avbjóðingin liggur í at taka alt vandamálið upp til viðgerðar og skipa alla málsliga frálæru í eina samanhangandi skipan, har móðurmálið eigur fyrsta plássið, og har øll onnur málundirvísing er skipað í mun til tað. Hægri og greiðari mál fyri málsliga førleikan sum heild og meiri fjølbroytni í ymiskum málkunnleika, enn vit kenna til í dag, eru avgerandi fyri støðuna hjá føroyska málinum og fyri, hvussu vit fóta okkum millum heimsins tjóðir. Amboðini mugu fáast til vega: orðabøkur, skúlabøkur, bókmentir, telduforrit, spøl, útvarps - og sjónvarpssendingar, filmar, fjølbroyttari atgongd til sjónvarpsrásir á ymiskum málum og mangt annað eru sjálvsagdur partur av uppdragnum, um vit skulu náa málinum um mál.
Ein savning um føroyska málið og mál í Føroyum er alneyðug. Kjak er gott, klandur er ringt. Orkan má nýtast til at byggja upp, og úrslitið verður eftir, hvussu vit megna tað – úrtøkan í mun til íløguna.