Føroyska vertshúsið í Keypmannahavn hevur blandaða skrá um vikuskiftið.
MonkeyRat við Deborah, Jazzy og roWan
á Skarv leygarkvøldið 11. juni
Eitt Føroyskt/Internationalt dansi kvøld verður á Skarv
beint eftir miðnátt leygarkvøldið 11. juni við bólkinum
MonkeyRat og serstakum gestum, sum eru amerikanska
Deborah, dóttir hennara Jazzy og føroyski roWan.
Á skránni verður alt frá funk, rock og reggea til rock'n'roll.
Føroyski basisturin, Arnold Ludvig og italsk/kanadiska
sangarindan, Anna Iachino manna bólkin saman við
Togolesiska gittar snillinginum, Alain Apaloo og danska
trummu vidundrinum, Jens Stoklund, sum í vikuni varð
nýklaktur kandidatur á Rytmisk Musikkonservatorium.
Kl. 00:30 spæla MonkeyRat teir best umtóktu sangirnar
frá Fuck The Jante Law fløguni, umframt nakrar nýggjar
sangir, har Deborah og dótturin, Jazzy og roWan syngja við.
Kl. 02:15 tekur Deborah mikrofonina og syngur saman við
MonkeyRat orkestrinum. Hon syngur millum annað okkurt hjá
Janis Joplin umframt at píska stemningin upp við funk og
rock'n'roll.
Kl 04:00 syngur roWan við MonkeyRat orkestrinum. Hann
leverar soulful funk og massar av villum rock'n'roll.