Herfyri var norðurlendska simultankappingin og tá varð eisini spælt í Føroyum.
Spælt var í Bridgehúsinum í Havn 9. desember. Úrslitini vórðu send til Noregs, har tann samlaða støðan fyri norðurlendsku kappingina varð gjørd upp.
Teir føroysku vinnararnir, Bogi og Arne, høvdu eina einastandandi góða skoru og gjørdust nr 4 samanlagt av teimum 935 luttakandi pørunum í kappingini. Vinnandi parið kom úr Nuuk í Grønlandi, teir fingu 2091.
Tey samlaðu úrslitini eru løgd út á internetið. Heimasíðan hjá Havnar Bridgefelag, www.bridge.fo hevur beinleiðis slóð til hesi.
Nýggjárskapping í Bridgehúsinum
Bridgehúsið skipar fyri opnari parakapping mikudagin 29. desember.
Byrjað verður kl 19.00, eingin tilmelding frammanundan, men pørini verða biðin at møta 10 minuttir innan kappingin byrjar.
Vinningar verða til trý tey fremstu pørini, og harafturat onkrir serligur vinningar.
Eitt gott spæl
Eitt spæl frá simultan kappingini.
Í síðsta umfari skuldi Eyðun Jacobsen royna seg í 3ut.. Spælið sá soleiðis út:
Norðan:
Sp. J8
Hj. AQJ9643
Rú. 95
Kl. 92
Sunnan:
Sp. 97643
Hj. 5
Rú. KJ83
Kl. K65
Vestan:
Sp. AQ102
Hj. 108
Rú. AQ64
Kl. AJ4
Eystan:
Sp. K5
Hj. K72
Rú. 1072
Kl. Q10873
Gevari. Vestan/Eingin
Norðan, sum var Marjun Restorff, sat ógvuliga kúrr meðan vestur og eystur spakuliga, men trygt, meldaðu seg upp í 3ut. Longu her vísti Marjun snildi: Í tí norska blaðnum sum Boye Brogeland hevur skrivað til spælararnar, og sum teir fingu eftir kappingina, meinar hann, at norðan skal melda 3hj, og so eru 3ut upplagdir.
Marjun visti betur, og so spældi hon hjQ út. Spælførarin tók tað sum toppin av einum sekvensið, og hartil at tað vísti langan lit, so fráfall var tað rætta. Marjun helt fram við hjJ og nú valdi spælførarin at fella frá einaferð enn!?
Væntandi kom essið siglandi úr sunnan skjótt, men Arnleyg í sunnan hevði ongan trupulleika við farvublokering, tí hon legði sp3!! Løtu seinni kom tann keðiligi veruleikin, tá hj Ess feldi kongin, og so tók Marjun 7 stingir í hjartara. Tað gav 150 inn og 100% skoru til NS.
Tann skoran var als ikki skrivað á slippin, tí Boye Brogeland væntaði, at N-S als ikki kundi fáa stig.
Men hann hevði helst gloymt, at ?kvindelist er uden ende?.
Tað einasta Boye hevði í huganum var, um ein var nóg djarvur til at royna at klípa bæði í kleyvara og rútara.