Føroyskt rokkkvøld á Christiania

Undir heitinum De Forblæste Øer verða dyrnar á stóra spælistaðnum Loppen á Christiania latnar upp fyri einum føroyskum rokkkvøldi tann 1. juni.

 

Hamferð, The Dreams, MC-Hár og Øssur Johannesen fara at spæla hetta kvøldið, meðan Knút Háberg Eysturstein kemur at diska. Fyrireikararnir siga í skrivi á Facebook um tiltakið, at tað er eitt scoop, sum teir kalla tað, at hava savnað so nógvar góðar bólkar til eitt og sama tiltak.

 

Hamferð vann jú sum kunnugt Wacken Metal Battle 2012, og eru ávegis við fyrstu veruligu fløguni. The Dreams kenna tey flestu – eisini í Danmark. Teir hava luttikið í danska Melodi Grand Prix, í MTV's a Cut, ligið á Boogielistanum hjá DR í 43 vikur og latið fleiri vælmóttiknar fløgur av hondum. MC-Hár hava 22 ár á baki, men teirra tekstir og tónar øsa enn tann dag í dag fólk og so seint sum í fjør spældu teir fyri túsundtals fólkum á Ó12-konsertini á ólavsøku. Øssur Johannesen bæði yrkir, málar og spælir tónleik. Tað verður sum solobassist at áhoyrararnir í Loppen sleppa at uppliva fjøllistamannin, hvørs seinasta fløgu- og yrkingasavn ”Vindurin blæsur í gjøgnum markið í millum tey livandi og tey deyðu” varð væl móttikið av ummælarum.

 

Umframt livandi tónleikin hetta kvøldið, so hava fyrireikararnir fingið ein nógv umbidnan DJ til tiltakið. Knút Háberg Eysturstein spælir sjálvur tónleik, bæði einsamallur undir egnum navni og við fleiri bólkum. Men hann er eisini vælumtóktur sum DJ Knút, bæði í Føroyum og í Danmark, og hann kemur eisini at seta sín serliga dám á føroyska rokkkvøldið í danska frístatinum.

 

Tiltakið á Loppen á Christiania verður leygarkvøldið 1. juni og byrjar klokkan 21.00 danska tíð.

 

Mynd: Bárður Dal Christiansen hevur gjørt plakatina til De Forblæste Øer