Føroyskt tema í Focus

Ein røð av málningum við felagsheitinum ?Føroyskt tema? eru í løtuni at síggja á listaframsýning hjá Selmu Mikladal í Galeri Focus

Hóast Selma Mikladal ikki hevur búð í Føroyum í mong ár, er tað fyrst og fremst heimlandið, ið gongur aftur í hennara málningum

Føroysku myndevnini verða tó ikki endurgivin sum ávís støð, men heldur sum sansaðar løtur, upplivingar og minnir um litir, skap og kenslur frá barna- og ungdómsárunum í Føroyum.

Flestu málningarnir eru hálvabstraktir, meðan onkur er meir naturalistiskur.

Framsýningin verður opin til 13. august, týsdag til fríggjadag frá klokkan 15 til 18 og leygardag frá klokkan 16 til 18.