Føroyskt vinnulív út um landoddarnar

Fríggjadagin frá klokkan 16-17-30 skipa Norrøna felagið í Føroyum og Vinnihúsið fyri almennum fundi á Hotel Hafnia, har tey umrøða møguleikarnar hjá føroyskum fyritøkum at veksa um virksemið uttanfyri landoddarnar

Í hesum samband umrøða tey spurningin um forðingar eru, sum gera tað tvørligt hjá føroysku vinnuni at virka í javnari kapping í øðrum Norðurlondum.

Og so spyrja tey eisini um føroysk virki yvirhøvur hava áhuga fyri at royna seg uttanlands.

Á fundinum fer Annika Olsen, landsstýriskvinna við norðurlendskum samstarvi, at greiða frá um støðu Føroya í Norðurlondum uttan forðandi landamørk.

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, fer at greiða frá støðuni hjá føroyskum vinnufyritøkum, og teirra møguleikum at virka í øðrum londum.

Annita á Fríðriksmørk, samskipari hjá NORA, greiðir frá ”Halló Norðurlond-tænastuni” og Herálvur Joensen, deildarleiðari í uttanríkistænastuni, greiðir frá royndunum, sum uttanríkistænastan hevur gjørt.

Aftan á verður høvi at seta spurningar og at kjakast um evni og at enda tekur

Johan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum, saman um.