Elsti sonurin hjá Mary, krúnprinsessu, og Fríðrikki, krúnprinsi, Christian prinsur, segði fyri løtu síðani, at hann er fegin um tey føroysku klæðini. Tað er kalt og illfýsið veður, men kortini hevur krúnprinsfamiljan tikið sær stundir at vísa seg fyri myndafólkunum. Og tey føroysku klæðini hjálpa upp á tað.
- Tey føroysku klæðini halda meg heitan. Tey órógva ikki so nógv, sum eg helt tey fóru at gera, segði hann fyri løtu síðani við tíðindafólkini uttanfyri Skúlan á Argjahamri, har tey vitja í dag.
Krúnprinsbørnini fingu hvør sín føroyska tjóðbúna, nú tey fyri fyrstu ferð vitja Føroyar. Tað er Føroya landsstýrið, Føroya løgting, Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Sunda Kommuna og Runavíkar kommuna, sum lata búnarnar til teirra kongligu hátignir Christian, prins, Isabellu, prinsessu, Vincent, prins, og Josephinu, prinsessu.
Hansara kongliga tign Fríðrikur krúnprinsur og hennara kongliga tign Mary krúnprinsessa fingu føroyska tjóðbúnan, tá ið tey giftust í 2004.