Malena Josephsen og Olga Kristina Hansen tryggjaðu Føroyum sigurin Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti reisti seg aftaná 0-1 tapið ímóti Armenia hósdagin.
Í dag vunnu føroysku kvinnurnar 2-0 á vertstjóðini Malta í EM-undankappingini, og hildu føroysku kvinnurnar soleiðis lív í EM-vónini. Støðan í hálvleikinum var 1-0.
Føroyski liðskiparin, Malena Josephsen skeyt tað fyrra málið, tá 26 minuttir vóru farnir. Fimm minuttir undan dystarenda tryggjaði Olga Kristina Hansen føroyska liðnum sigurin.
Hesar byrjaðu inni hjá Føroyum í dag:
Randi Wardum - Fríðrun Danielsen - Bára Skaale - Ragna Pathawary - Malena Josephsen (liðskipari) - Rannvá Andreassen - Olga Kristina Hansen - Heidi Sevdal - Mona Breckmann - Sigrið Jacobsen - Paula Mikkelsen.
Føroyska liðið hevði væl fleiri royndir á maltesiska málið, enn tað maltesiska liðið hevði á tað føroyska málið. Føroysku kvinnurnar vóru heldur ikki so tamar við stríðsviljanum í dag, og gjørdu munandi fleiri fríspørk enn tær gjørdu í dystinum ímóti Armenia hósdagin.
Armenia og Georgia leiktu javnleik 0-0 fyrr í dag, so enn livir tann føroyska EM-vónin. Týsmorgun klokkan 10 spæla føroysku kvinnurnar ímóti Georgia, har tað ræður um at vinna dystin, og seta sína vón til, at úrslitið millum Malta og Armenia lagar seg, men enn kann 0-1 ósigurin ímóti Armenia fara at visa seg at gerast dýrur.
Støðan aftaná tveir dystir í EM-undankappingarbólki 2 er nú hendan :
1. Armenia 2 1-0 4 stig
--------------------------
2. FØROYAR 2 2-1 3 stig
3. Malta 2 1-2 3 stig
4. Georgia 2 0-1 1 stig