Uppflytingin gjørdist veruleiki, tá ÍF Føroyar leygardagin á heimavøllinum á Kløvermarken vann 5-1 á Sønderbro Fight, sum er triðniðast í bólki 4 í seriu 2, har ÍF Føroyar er oddalið.
Tað skrivar føroyska útisetafelagið á síni egnu heimasíðu (http://www.fotboltur.dk/).
Og hóast næstu kappingarneytarnir eisini vunnu, kundi tað gera tað sama, tí ÍF Føroyar er á odda í deildini við 54 stigum ? fimm stig framman fyri Øresundskollegiets Fodboldklub og átta stig framman fyri AIK Frederiksholm.
Av tí at bara tvey umfør eru eftir, hevur ÍF Føroyar soleiðis tryggjað sær, at liðið ikki kann enda niðan fyri nummar tvey, og tvey tey bestu liðini flyta beinleiðis upp.
Einki bendir heldur á, at slingur er í valsinum hjá ÍF Føroyum, sum hartil hevur dystir eftir móti liðum, ið liggja langt niðanfyri á stigatalvuni.
Komandi leygardag skulu føroyingar á útivølli spæla móti Christianshavns Idrætsklub, sum er fjórðniðast, og síðsta dystardagin, leygardagin 26. oktober, tekur ÍF Føroyar á heimavølli móti Pioneren, sum er nummar níggju av teimum fjúrtan liðunum.
Umframt at væl gongur í hond hjá besta ÍF Føroyar-liðnum, eru bæði annaðlið og triðjalið væl við í sínum kappingum. Bæði liðini vunnu leygardagin sín sætta sigur á rað ? ávikavist 4-0 á HB í Fælledparken og 5-1 á Hvidovre.
Annaðlið er nú triðfremst í sínum bólki í seriu 3, meðan triðjalið við sigrinum kom sær upp á triðapláss í sínum bólki í seriu 4.