-Føroysku útoyggjarnar eru júst tað, sum útlendingar leita eftir, tá teir koma til Føroya. Har er friður, nattúra, gestablídni, mentan og tíð til reflektión og vælveru. Hetta leggur upp til tað, sum vesturheimurin leitar eftir í løtuni: Mindfulness, segði Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, á almennum fundi sum áhugafelagið »Bjarnafossur« skipaði fyri í Íverksetarahúsinum í Klaksvík í dag.
Á fundinum, sum tók støði í Svínoynni vóru framløgur og orðaskifti um vinnuligar og trivnaðarfremjandi møguleikar á útoyggj sum Svínoy.
-Tað sum er við til at gera upplivingarnar autentiskar er, at støðið verður tikið í lokalu mentanini, segði Guðrið Højgaard.
-Fá ung fólk leggjast aftuat og tað er týdningarmikið við fastbúgvandi, tí annars missa útoyggjarnar kjarnuna og atmosferuna. Ferðavinna kann halda lív í oynni og geva møguleikar til, at ung fólk búseta seg har, segði hon.
-Vit halda, at hevur tú ikki verið á útoyggj, so hevur man ikki vitjað Føroyar. Slík vitjan er ógloymandi, og samrøður við bygdafólk og søgur og frágreiðingar um umhvørvið er nakað heilt serligt, segði hon.
Hon legði afturat, at Svínoyggin hevur nógvar góðar møguleikar, og eitt bátasavn, sum tók støði í bátabygging hevði skapt fleiri orsøkir til at vitja oynna.
Um fólk á útoyggj skulu fáa nakað veruligt burturúr ferðavinnuni, skulu tey kunna bjóða innivist, mat, og ferðaleiðara. Bátasavn og rennistrongjasamband kann geva eyka møguleikar, segði hon.