Mark T.Højgaard av Skála hevur fingið virðisløn frá felagnum hjá skrásettum grannskoðarum Felagið hjá skrásettum grannskoðarum í Danmark (FRR) handaði á árligu kongressini útbúgvingarvirðisløn felagsins.
Mark T. Højgaard av Skála fekk fyrstu virðisløn. Mark arbeiðir sum grannskoðari hjá Grannskoðarastovuni í Runavík og fekk virðislønina fyri høvuðsuppgávuna á Cand.merc.aud studiunum á Lærda háskúlanum í Aalborg.
Mark T. Højgaard skrivaði uppgávuna ?Selskabsretlig og selskabsskatteretlig omstrukturering? saman við Casper Villadsen, sum býr í Aalborg. Teir býta bæði heiðurin og tær 25.000 krónurnar, ið fylgdu við.