Klokkan 14 í dag komu útlendskir gestir, tíðindafólk og matserfrøðingar, á vitjan í Sjósavninum á Argjum. Ímóti gestunum tóku Birgir Enni, Eirikur á Húsamørk og Hávardur Enni, sum vildu vísa gestunum føroyskan mat.
Á Sjósavninum sóu teir eitt nú igulker, øðu og fliðu, sum Birgir og Hávardur hava veitt. Gestirnir sluppu eisini at smakka turran fisk - tosk, hýsu og upsa - sum Høvdavirkið í Leirvík hevur turkað.
Á myndini, sum Birgir W. Høgnesen tók á Sjósavninum seinnapartin í dag, eru f.v. Birgir Enni, Eirikur á Húsamørk og Hávardur Enni.