Jógvan Poulsen
Øllum føroyingum verður send ein tøkk fyri næstrakærleikan til óføddu børnini.
Í grein 7. apríl 2005 í Dimmalætting skrivar George L. Petersen um 4 av 23 kvinnum, ið eru skelkaðar av, at fosturtøka ikki er frí í Føroyum. Eg má viðmerkja, at eg eri skelkaður av, at menniskju kunnu vera so ómenniskjalig, at tey vilja døma hesi smáu, verjuleysu menniskju til deyðis.
Minstakrav fyri deyða-dómi má verða ein rættvís rættargongd, og at allir partar verða hoyrdir í málinum.
Kvinnurnar vísa á, at fólk í Danmark kundu komið hvørjum øðrum meiri við, og at sami nærleiki ikki er har, eins og hann er í Føroyum. Ein av orsøkunum til hetta kundi verið, at í Føroyum virða vit framvegis mannalív.
Mín fatan er, at Halgabók hevur givið føroyingum hesa virðing fyri mannalívi. Tey lívsvirði, ið Bíblian boðar, eru enn í dag verd at halda høgt og at byggja lív og land okkara á.
Eg vóni ikki, at føroysk fakfeløg skulu verða nýtt til at taka grundarlagið undan samfelagi okkara, og hereftir at taka lívið av verjuleysum fostrum.
Eftir míni fatan avdúkar kjakið um fría fosturtøku endaleysa tómleikan í gudsavnoktan og evolutionslæru.
Føroyingum at takka er fosturtøka ikki frí í Føroyum. Saman eiga vit eisini at virka fyri, at talið av fosturtøku verður minkað í mest møguligan mun. Føroyska samfelagið er ikki nóg gott, fyrr enn øllum gitnum fostrum er tryggjað lív, framtíð og vón.
Orðið um Kristus er tað einasta, ið kann verja lív og samfelag okkara ímóti tí roti, sum treingir seg á, bæði innanífrá og uttan úr heimi. Tí vil eg heita á hvønn einstakan føroying um at granska Halgubók og at blíva persónliga frelstur.
P.S.: Ein av fyrstu døgunum fari eg at lima meg inn í felagið ProVita, ið ynskir at verja lív.