Føroyski pop punk bólkurin ?The Dreams? fer 27. mai til Onglands at liva dreymin. Bólkurin hevur vunnið sær veg í sendingina ?A cut?, sum MTV skipar fyri.
The Dreams luttaka í sendingini, sum danskur bólkur. Teir hava kappast við yvir 300 danskar bólkar og eru sloppnir við í sendingina. Í sendingini skulu teir kappast við aðrar evropeiskar bólkar.
Í The Dreams eru fleiri av limunum, sum vóru í bólkinum Zink. Teir tríggir limirnir eru Hans Edward Andreassen gittar og sang, Eirikur Andersen bass og Heini Mortensen trummir.
Ov seinir at melda til
Hans Edward sigur við Sosialin, at hann hoyrdi um hesa sendingina, tá hann flutti niður. Hann búði hjá fastur síni, sum hevur upptøkuhøli. Har lá ein tilmeldingarlepi, og hann skundaði sær at melda The Dreams til, hetta sjálvt um freistin longu var úti.
MTV ringdi stutt eftir og bjóðaði teimum at spæla á konsertstaðnum Stengade 30. Teir fingu nógv rós aftan á framførsluna og vórðu valdir at fara víðari í kappingini saman við fjúrtan øðrum bólkum. Teir fimmtan gjørdust til fimm, og nú fríggjadagin fingu teir boð um, at teir og møguliga ein annar danskur bólkur, skulu luttaka í sjálvari sendingini í London.
Einasti punkbólkur
The Dreams spæla pop punk, ella penan punk. Teir vóru tann einasti av teimum bólkunum, sum spældu í Stengade 30, sum spældi punk.
_ Men hví spæla teir punk?
Hans Edward sigur, at tað hava teir altíð gjørt. Tað er tað, sum riggar best hjá teimum. Hann veit væl, at MTV ikki er serliga punk, men teir eru, sum sagt, pop punkarar.
Harafturat snýr tað seg slett ikki so nógv um at vinna kappingina. Men heldur um at brúka hendan møguleikan at koma fram. Teir sleppa til London og hitta eina rúgvu at fløguframleiðarum og fólki úr tónleikaídnaðinum.
Fáa mest møguligt burturúr
Teir hava tosað saman og gjørt av, at nú skulu teir arbeiða málrættað og satsa upp á at liva av tónleiki. Hans Edward heldur, hetta vera ein tann størsta møguleikan, sum teir kunnu fáa. So tí vilja teir, fáa mest møguligt burturúr.
MTV hevur fyrr skipað fyri eini tílíkari sending fyri dansarar. Øll sum komu í tað sendingina eru yrkisdansarar í dag. MTV væntar, at nakað tað sama verður galdandi fyri tónleikarbólkarnar, sum verða við.
Umboða Danmark
Hans Edward sigur, at hann hevur litað hárið reytt í sambandi við, at hann skal umboða Danmark í kappingini. Hann sigur, at hann kanska fer at fáa sær eina hvíta strípu í hárið, tá hann kemur til London.
Tá bólkurin fer til London, skulu teir luttaka á eini venjingarlegu. Teir verða vandir bæði sum einstaklingar og sum bólkur. Nakrir bólkar verða soldaðir frá á venjingarleguni. Teir, sum ikki verða soldaðir frá, luttaka í eini hálvfinalu. Í hálvfinaluni velja áskoðarar hjá amerikansku songkvinnuni Anastaciu, tveir bólkar í finaluna.
Áðrenn finaluna, verður aftur eitt tíðarskeið við venjing. Men eisini við styling og ráðgeving um útsjónd og image. Í finaluni er Anastacia dómari, og velur tann bólkin, sum hon heldur skal vinna.
Vinna The Dreams kappingina, skulu teir spæla á konsert við Anastacia á hennara Evroparundferð.