Føroyskur sang­skattur í Kvívík

Tónleikahugni við før­oysk­um tónleiki úr eitt nú fimmti- og sekstiárunum verður í gomla dansi­stov­uni, Frøishøllini, í Kvívík leyg­ardagin ­10. mai klokkan 19.

Tað verða royndir tón­leik­arar og sangarar, sum fara at framføra løg hjá eitt nú Teim­um av Kamarinum, Simma og Conn­ie, Her­manni Jacobsen, Tinganest og Kára P.

Theodor E. Dam Olsen fer í steðg­inum at hugleiða um, hvønn týdning serføroyski fólk­a­tónleikurin hevur havt og framvegis hevur fyri okk­um í Føroyum.

Tey sum framføra verða Petra Iversen, Anna Maria Ol­sen, Bjarki Meitil, Ang­el­ika Nielsen og Sámal Lind­en­­skov. Eisini framføra Tumm­­as Marni Joensen, The­odor E. Dam Olsen og Ari Johanneson úr Kvívík.

Eitt felagseyðkenni fyri tón­leik­ar­arnir og sang­ar­ar­nar er, at teir hava okkurt til­knýti til Kvívík.

Høvi verður at keypa okk­urt leskandi.

Eyðkenni fyri føroyskan fólk­a­tón­leik er, at hann í nógv ár hevur verið partur a ger­andis- og vertsskapslívi før­oyinga og er sermerktur á tann hátt, at føroyingar hava gjørt bæði orð og løg. Tal­an er um tónleik, sum kann flokkast í lættara end­a­num, tá um lagasmíð og skald­skap ræður, men sum í sniði og ljóði er ektaður og er­ligur.

Við hesum sangum hava Føroyar fingið ein sang­skatt, sum kann kallast ser­før­oysk­ur fólkatónleikur. Hes­in tón­leik­urin er væl um­tókt­ur millum fólk felst kring landið, tí einki fínt ella ó­skilligt er við honum. Enn liv­ir hann væl, hóast tey fyrstu løgini vórðu gjørd fyri skjótt 60 árum síð­ani.