Tað er nakað síðan, at føroyskir bólkar hava átt bæði tey ovastu plássini á 15 teimum bestu. Men hesa vikuna er Gestir bólkurin, ið avbjóðar Sasa Sa, Sa hjá The Dreams, ið aftur hesa vikuna liggur ovast.
Hvørt Fótafet hjá Gestum er somikið vælumtókt millum útvarpslurtararnar, at lagið hesa vikuna hevur skift tað flotta 4. plássið, ið bólkurin kom inn á í síðstu viku við næstovastu rók.
Marius og lagið The Sky Is Our Home liggur á fjórða plássi aftan fyri Boten Anna, ið fyri tveimum vikum síðan skumpaði The Dreams og Sasa Sa, Sa eina viku av ovastu rók.
Graceland hjá 200 á 8. plássi er hitt 4. og seinasta føroyska íkastið á listanum. The Story Ends og lagið Good Intuition er eykalag hesa vikuna, og bólkurin, ið fyrr í ár lá á ovastu rók við lagnum Dancing Around Honolulu, tykist at hava góðan møguleika fyri at sleppa inn á listan. Um øll hini føroysku løgini vera verandi á listanum, merkir hetta, at ein triðingur av listanum er føroyskur.
1 The Dreams / Sasa Sa, Sa
2 Gestir / Hvørt Fótafet
3 BassHunter / Boten Anna
4 Marius / The Sky Is Our Home
5 Nelly Furtado / Maneater
6 Rihanna / Unfaithful
7 Justin Timberlake / SexyBack
8 200 / Graceland
9 Outlandish / I Only Ask Of God
10 Muse / Knights Of Cydonia
11 Gnarls Barkley / Crazy
12 The Rasmus / Sail Away
13 Nik & Jay / Boing
14 Robbie Williams / Rudebox
15 Juanes / <st1:PersonName w:st="on" ProductID="La Camisa Negra"$?$end$!$La Camisa Negra</st1:PersonName$?$end$!$<BR>(e) Pink / Long Way To Happy
(e) Cassie / Me & U
(e) Red Hot Chili Peppers / Tell Me...
(e) Beyoncé feat. Jay-Z / Déjà Vu
(e) The Story Ends / Good Intuition