Um seinasta vikuskifti helt Undómsins Norðurlandaráð sína árligu setu í samband við at Norðurlandaráðið vikuna eftir hevur sína árligu setu.
Ungdómsins Norðurlandaráð, eisini vanliga kallað UNR, er ein politiskur pallur, har ungdómar úr øllum Norðurlondum viðgera mál, ið eru viðkomandi fyri norðurlendska samstarvið. Eisini setir UNR mál á dagsskrá, og viðgerð av sínum eintingum mál, ið viðkoma ungdómum í Norðurlondum.
Fyrr hava Føroyar verið umboðað í UNR, og næstan fast hava eitt ella tvey umboð verið við. Men í ár man verða fyrsta árið, har heili fimm fólk umboðaðu Føroyar. Tey vóru Bjørk Olsen og Rói Bjarnason Poulsen fyri HUXA, Miriam Michelsen fyri Unga Samband, Una Egilsdóttir fyri Sosialistiskt Ungmannafelag og undirritaði fyri Unga Tjóðveldið.
Økja um samstarvið
Undir UNR eru fleiri tingbólkar, ið politisku ungmannafeløgini eru skipaði í, alt eftir hvørji ideologi tey hella til, eitt nú Sosialistisk Ungdom i Norden, ið Unga Tjóðveldið er limur í, Nordisk Ungkonservativ Union, ið HUXA er limur í, Forbundet Nordens Sosialdemokratiske Ungdom, ið Sosialistiskt Ungmannafelag er limur í og Nordens Liberale og Radikale Ungdom, har Unga Samband er limur.
Eitt av høvuðsendamálunum hjá føroysku luttakarunum við at taka lut í UNR var at økja um samstarvið millum ungdómspolitisku felagsskapirnar í Norðurlondum. Við at luttaka á UNR setuni fingu tey eisini samband í lag við flokksbólkarnar, soleiðs at samstarvið kann økjast framyvir, og at samstarvað verður á fleiri økjum.
Hava stóra ávirkan
UNR er eitt ráð undir Norðurlandaráðnum, ið eisini hevur umboð í sjálva Norðurlandaráðnum. Øll mál, ið verða viðgjørd og samtykt av ungdómsráðnum, verða løgd fyri Norðurlandaráðið, har øll londini so sleppa at viðgera tey og taka støðu til tey.
Samstundis hevur ungdómsráðið stóra virðing millum »vanligu« politikararnar. Hetta tykist tó heldur ikki at verða uttan orsøk.
Nógv týðandi mál verða viðgjørd í ungdómsráðnum, og vaksnu politikararnir hava ásannað týdningin av at eisini taka ungdómin í Norðurlondum við uppá ráð, tá týdningarmiklar avgerðir verða tiknar, til tess at tryggja gott samstarv framyvir eisini.
Norðurlond standa saman
Stórar broytingar og rembingar henda í heiminum í hesum døgum. Høvuðsevnið á hesi setuni hjá UNR var orka og umhvørvið, og nógv varð kjakast aftur og fram um júst hesi evnini.
Setan byrjaði fríggjadag, og allur dagurin fór til at kjakast um og arbeiða við umhvørvisspurningunum. Pallborðskjak var millum annað um kjarnorku, og arbeiðsbólkar vórðu settir niður at viðgera framtíðar orku- og umhvørvisspurningar.
Fleiri tilmæli vórðu samtykt, og eru í vikuni løgd fyri Norðurlandaráðið, har ungdómurin vísir á gongdar leiðir, til tess at betra um umhvørvið og minka um vakstrarhúsárinini.
Ein limur úr Grønlandi greiddi frá teimum broytingum, ið tey síggja í Grønlandi í hesum døgum, ið mest líkt eru orsakað av at hitin í Heiminum er vaksandi. Ungdómsráðið kom til ta niðurstøðu, at Norðurlond eiga at ganga á odda innan umhvørvisøkið, og at víðgongd stig mugu takast til tess at venda gongdini.
Vístu samkenslu við Íslandi
Nógv ymisk mál vóru til viðgerð á setuni hjá UNR, og ofta stóð næstan á jøvnum millum vinstru og høgru í teimum ymisku málunum, eitt nú um vápnaútflutning og hernaðarsamstarvið Norðurlandanna millum.
Men mest stórsligna løtan var uttan iva, tá eitt mál um støðuna hjá Íslandi kom fyri. Einmælt samtykti ungdómsráðið at Norðurlond eiga at standa saman og fordøma gerðini hjá bretsku stjórnini mótvegis Íslandi, har teir nýttu eina anti-terror lóg til at niðurfrysta allar ognir hjá íslendskum bankum í Bretlandi, við tí úrsliti at bankarnir fóru á heysin.
Tá vístu øll, at Norðurlond veruliga hava nøkur felags eyðkenni og nakrar kenslur mótvegis hvør ørðum, júst eins og brøður hava tað. Lógvabrestirnir rungaðu í tingsalinum, eftir at málið var samtykt, og sigast má at hetta var ein søgulig løta í søguni hjá UNR.