Bergur Mikladal hevur altíð havt áhuga fyri vápnum. Riflum, byrsum, revolvarum. Tó eru tað hvørki Terminator, Rambo ella nakar John Wayne, sum hava givið honum íblástur til at fara undir útbúgving sum vápnasmiður, men í staðin áhugin fyri at veiða.
- Sum yngri var eg ofta við, tá teir fóru at veiða fugl og harur, og mær dámdi væl mekanikkin í vápnunum. Og tá eg so sá eina íslendska sjónvarpssending um vápnasmíð, tók eg avgerðina um at útbúgva meg til vápnasmið.
Tað var í 2007, og er Bergur Mikladal sostatt komin væl áleiðis at blíva vápnasmiður. Útbúgvingin er soleiðis samansett, at hon er ein blanding millum skúlagongd og praktiskt arbeiði, og Bergur er í læru hjá Vaabensmeden í Roskilde. Útbúgvingin tekur fýra ár, og 14. desember 2011 roknar Bergur við at standa við pappírunum í hondini. Hvat hann ætlar at brúka tey til, er hann ikki í iva um.
– Tá ætli eg mær heim aftur til Føroya. Tað manglar ein vápnasmiður í Føroyum, og harafturat ein handil, so man kann hava sølu og umvæling av vápnum á einum og sama stað, sigur hann.
Kríggið setir krøv
Árliga verða bert tveir vápnasmiðir avlærdir í Danmark, og Vaabensmeden er ein av teimum níggju fyritøkunum í Danmark, ið átekur sær at útbúgva vápnasmiðir. Dagliga arbeiðið fevnir um alt frá at reinsa vápn og finna feilir við tí, samla lutirnar til vápnið, at tillaga vápnið til kvinnur og lágvaksin fólk, til umvæling av antikkum vápnum.
- At framleiða ymsu lutirnar kann vera nakað drúgt. 1-2 mánaðir. Vit fáa blokkar av stáli til vápnini, sum vit so slípa og dreya. Tað sama við brók og skefti úr træ. At samla sjálvt vápnið tekur onga tíð, ein hálvan tíma kanska, greiður Bergur frá.
Tey fýra starvsfólkini hjá Vaabensmeden halda til í einum kjallara, ið er 70 fermetrar til støddar, men komandi ár flytur verksmiðjan í nýggj hølir, har nýggja støddin kemur at eita 300 fermetrar.
- Hetta er ein vinna í rúkandi ferð, og vit fáa alsamt meir at gera. Ein stórur partur av okkara arbeiði er uppgávur at gera fyri herin og løgregluna, og tað merkist, tá landið er í kríggj. Krøvini til vápnini gerast størri, tey skulu vera kraftigari, effektivari og so beinrakin sum møguligt.
Harafturat koma umvælingar til ítróttar- og veiðuskjúttar, og tað, ið verður umvælt fyri viðskiftafólk í Noreg og Svøríki.
Við alarmi til arbeiðis
Tað er eingin loyna, at arbeiðið við vápnum er eitt vandamikið starv. Starvsfólkini á Våbensmeden ganga altíð við álopsalarmi uppi á sær, sum hevur eina beinleiðis linju til løgregluna, ið er á staðnum innan 10 minuttir. Enn hevur tað ikki verið neyðugt at boðsent løgregluni, men verkstaðið tekur sítt fyrivarni og loyvir ongum inn, uttan at viðkomandi vísir fram vápnaloyvi frá løgregluni.
- Man má ansa eftir í hesum tíðum við bandakríggi, og vit hava havt vitjan av onkrum illgrunasomum typum. Men treytirnar fyri at keypa í vápn í Danmark eru strangar, so vit selja ikki til hvønn sum helst. Fyrst og fremst krevst eitt vápnaloyvi frá løgregluni, og harafturat skal keyparin hava verið limur í einum skjótifelag í minsta lagi tvey ár, greiðir Bergur frá.
Harafturat skal ein av við ein størri bunka av pengum, um ein ætlar sær eitt ordiligt vápn. Prísurin fyri ein revolvara liggur millum 5 - 20.000 krónur, meðan prísurin fyri riflur og byrsur liggur millum 2.000 og 1 millión krónur.
Kikarasiktið triðbesta í heiminum
Tað hevur gingið væl hjá 23 ára gamla Bergi í Roskilde. Hann hevur klárað seg væl í royndunum og hevur framleitt og ment mekaniskar lutir, millum annað eitt nýtt snið til mundingsbremsu, sum verður sett í hópframleiðslu á verkstaðnum.
– Harafturat hevði eg gjørt kikarasiktið til pistólina hjá Ralf K. Jensen, evropameistaranum í IPSC-skjóting, sum er pistól- og rifflu skjóting. Hann bleiv nr. 3 í heimsmeistarakappingini.
Bergur hevur fingið tilboð um at halda fram á verkstaðnum, men hann er avgjørdur í tí málinum, og vil heim aftur til Føroya skjótast til ber eftir at lærutíðin er liðug.
– Eg rokni við, at eftirspurningurin eftir eini vápnasmiðju í Føroyum er stórur. Tað er øðrvísi í Føroyum, við tað at har er einki kríggj. Øll í Føroyum kunnu ogna sær eina høglbyrsu, bara tey eru yvir 18 ár. Tað einasta sum krevst, er at hvørt selt vápn verður skrásett hjá løgregluni. Og tað er í fínasta lagi. Eg vil bara syrgja fyri, at fakliga vitanin flytur heim, og at fólk verða betur upplýst um góðsku vápn.
Sum umvælari av nøkrum so kontroversiellum sum vápnum, sleppur Bergur ikki undan spurninginum, um hví hann hevur valt akkurát hatta.
– So svari eg, at tað fyrst og fremst er mín áhugi fyri vápninum sum veiðiamboð, og tá tað kemur til onnur vápn, so hjálpi eg løgregluni og ikki ”teimum óndu”.
Sjálvur eigur hann einki vápn. Hann tímir ikki í holt við alt pappírsarbeiðið.