Færri apotek

Fyri trimum árum síðani samdust fleiri flokkar í Fólkatinginum um at skerja talið á apotekum í teimum donsku býunum. Ein partur av semjuni var at broyta skipanina við, at tey stóru apotekini skulu stuðla teimum smáu.

Nú fær semjan avleiðingar. Politiken skrivar, at vandi er fyri, at umleið 60 apotek í býunum noyðast at lata aftur. Tað merkir, at ein fimtapartur av apotekunum í býunum verða stongd. Roknað verður við, at umleið 20 apotek fara at lata aftur tey bæði næstu árini, og at 40 onnur fáa somu lagnu tey næstu fýra ella fimm árini.

Fleiri serfrøðingar ivast í, hvussu skilagott tað er at lata so nógv apotek í býunum aftur, men politikararnir halda uppá, at tað ber væl til at steingja fleiri apotek. Preben Rudiengaard, sum er talsmaður hjá Vinstraflokkinum í heilsumálum, sigur við Politiken, at tað er ikki neyðugt at hava eitt apotek á hvørjum gøtuhorni í býunum.