Færri fólk framleiða ídnaðarvørur

Í oktober vóru 24.136 løntakarar, tað eru 203 færri enn í oktober 2009. Minkingin er 0,8 prosent, boðar Hagstovan frá í dag.

Tað eru væl fleiri til arbeiðis í fiski- og aðrari ráevnisvinnu, hinvegin eru væl færri til arbeiðis í byggivinnu og aðrari tilvirking.

Í vinnubólkinum byggivinna og onnur tilvirking er ein av vinnugreinunum annar ídnaður. Hetta er bólkur av smærri vinnugreinum sum framleiða vørur, eitt nú mat-, drekki-, klædna- og aðrar ídnaðarvørur. Í 2005 vóru yvir 1.000 løntakarar í vinnugreinini, men síðan hevur verið minking hvørt ár. Serliga stór hevur minkingin verið seinasta árið. Í oktober 2009 vóru 940 fólk í øðrum ídnaði, men eitt ár seinni vóru tey bert 780.