Seinnapartin týsdagin tosaðu Anfinn Kallsberg, løgmaður, og Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, í telefon saman.
Hendan telefonsamrøðan hevur sannført Anfinn Kallsberg um, at tað verður eingin trupulleiki at yvirtaka flestu av A-málunum innan árslok, og at blokkurin minkar júst soleiðis, sum føroyingar vilja hava hann at minka.
? Vit høvdu eina konstruktiva samtalu, hóast vit ikki vóru samdir um alt. Nyrup gav mær ikki viðhald í øllum, men eg havi fingið vissu fyri, at tað fer at bera til at gera fleiri yvirtøkur í ár og at skerja blokkin komandi ár, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
Yvirtaka øll A-mál
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot fyri tingið um, at øll málini og málsøkini á lista A í heimastýrislógini verða yvirtikin áðrenn árslok.
Onkur undantøk verða gjørd, men stór øki sum skúlamál og almenn forsorg skulu yvirtakast. Samstundis er ætlanin, at heildarveitingin úr Danmark skal minka við samsvarandi upphædd.
Fíggjarmálastýrið hevur roknað seg fram til, at skúlamál eru verd 261 milliónir krónur og almenn forsorg 95 milliónir. Tað gevur samanlagt 356 milliónir, og tað er júst hendan upphædd, sum landsstýrið vil hava blokkin at minka við.
Anfinn Kallsberg, løgmaður, sigur seg hava fingið vissu fyri, at danir taka undir við, at blokkurin minkar við hesi upphædd.
Heildarveitingin úr Danmark verður tí eftir øllum at døma 626 krónur komandi ár.
Yvirtøkulógin hjá landsstýrinum fær fyrstu viðgerð í tinginum í hesi vikuni.