Fóru at tæna leikarunum

Hóast einki var fyrireikað, so ivaðist HB-formaðurin ikki í, at talan skuldi gerast um eitt gott sunnukvøld fyri felagið

Meistari

Tað var sjálvandi ein ovurfegin HB-formaður, sum vit fingu orðið á, tá tað loksins varð staðfest, at HB er meistari í ár.
Eitt er, at felagskassin fær eina góða millión frá UEFA afturfyri, men formaðurin helt eisini, at meistaraheitið var so nógv meira enn tað.
- Fyrst og fremst eru tað nú fýra ár síðani, at vit vunnu nakað, og fyri eitt felag sum HB er er hetta long tíð. So tað lyftir sjálvandi okkum øll, at vit nú endiliga hava fingið gullið.
- At tað hevur gingið longri tíð millum heitini seinnu árini er helst eisini ein avleiðing av, at fótbólturin í Føroyum er broyttur seinnu árini. Tað er ikki longur nóg mikið við eini sterkasti ungdómsdeild. Tú mást eisini styrkja um besta liðið, og tað hava vit so roynt at gjørt, og tað hevur so eisini hepnast.

Ikki skeivt
Tá meistaraheitið er komið til høldar, er skjóttat staðfesta, at vinnarin hevur altíð rætt, og formaðurin í felagnum ásannaði eisini sunnudagin, at tað hava verið fleiri stórar avgerðir hjá nevndini í ár.
- Í nógvar mátar hevur árið verið eitt sindur turbolent hjá okkum, og tað hevur so avgjørt ikki altíð verið líka lætt, tá avgerðir skuldu takast. Nú skal eg ikki standa her og siga, at alt sum vit gjørdu var rætt, tí tað fáa vit nokk ongan tíð at vita. Men tað hevur tað so í øllum ikki verið heilt skeivt, og tað hevur í øllum førum týdning.
At enda spurdu vit eisini Birgir Enghamar, hvussu restina av kvøldinum skuldi haldast, nú gullið aftur var komið til HB, men tað visti formaðurin ikki reiðuliga.
- Nú hava vit so als ikki fyrireikað nakað sum helst, so tað dugi eg ikki at svara. Fyrst og fremst fara vit at spyrja leikararnar, hvat teir vilja, og so mugu vit bara tæna teimum, segði Birgir Enghamar.
Fyri tey forvitnu kann leggjast afturat, at tað var so hampuliga skjótt, at okkurt varð fingið í rættlag, og klokkan níggju sunnukvøldið lótu dyrnar í HB-húsinum upp til gullveitslu. Nær tær vórðu afturlatnar, er ilt at siga, men tað er lítið at ivast í, at nakrir tímar skulda ganga, áðrenn øll komu til hús, og ivaleyst hevur mánadagurin eisini verið strævin hjá mongum.