ÍF skal reisa seg eftir vónbrotini

Serliga nógvur turbolensur hevur seinastu vikuna verið kring fótbóltin í Fuglafirði. ÍF hevur víst fínt fótbóltsspæl, men úrtøkan er ikki meiri enn sjey stig burturúr fimm teimum fyrstu umførunum. Tað høvdu fuglfirðingar kanska undan kappingarbyrjan verið nøgdir við, men eftir góðu avrikini iðra teir seg nú. Um marginalirnir høvdu verið á teirra síðu, so kundu teir væl verið oddalið. Tað var ikki langt til fulla úrtøku síðsta sunnudag ímóti KÍ, og í hvussu so er eitt stig var á stokkinum í Runavík mikuvkvøldið.

Dramatikkurin í Runavík mikukvøldið bar við sær, at tveir ÍF spælarar eru leikbannaðir í dag. Teir eru Alexander Jovevic og Balazs Sinko.

Sandoyingar hava higartil í ár verið tríggjar ferðir norðanfyri í landskappingar ørindum, og tað hevur ikki vignast væl. B71 hevur tapt 2-1 í Runavík og í Klaksvík og 3-0 í Gundadali ímóti HB.

Mikukvøldið noyddist Gudmund Nielsen at taka seg av vøllinum í Klaksvík. Hann er við í ferðalagnum í dag. Tað er Eirikur Poulsen ikki. Hann er framvegis burturstaddur.

Tað er ikki á hvørjum degi ella hvørjum ári, at ÍF og B71 hittast í fremstu røð í fótbólti. Tá ið liðini renna inn á vøllin í Fuglafirði seinnapartin verður tað fyrstu ferð síðani í 1999, at tey spæla landskappingardyst ímóti hvørjum øðrum í bestu deildini. Ta ferðina vann B71 6-0 á Sandi, meðan dysturin í Fuglafirði endaði 3-3.

Í 2004 stríddust ÍF og B71 í endaspæli um pláss í bestu deildini. B71 vann 1-0 á Sandi, og ÍF vann 5-1 í Fuglafirði.