ÍF tók ikki av møguleikanum

ÍF hevði sanniliga møguleikarnar til at vinna sær trý stig á heimavølli ímóti TB á vøllinum á Fløtugerði ígjár, har fitt av áskoðarum vóru møttir.

Heimaliðið vassaði í málmøguleikum, sum áttu at givið mál, sum kundi lagt ÌF á eitt einsamalt triðja pláss á stigatalvuni í effodeildini. Longu tá dysturin var sjey minuttir gamal fekk ÍF tann størsta málmøguleikan, sum fæst í fótbólti, tá teir fingu brotsspark. Karl Løkin tók brotssparkið, sum kundi sent ÍF á sigurskós beinavegin í dystinum. Karl sendi eitt heldur lágt skot eitt sindur til vinstru, men ólukkutíð fyri Karl og ÍF, so bjargaði Ivan Stojkovic í TB-málinum. Aðrir møguleikar vóru til heimaliðið, meðan gestirnir vóru heldir sjáldsamir gestir í ÌF brotsteiginum, og tá liðini fóru til steðgin var framvegis málleyst í Fløtugerði.
Yvirvág og yvirtal
Í seinna hálvleiki var tað framvegis ÍF, sum myndaði dystin, og tá 62 minuttir vóru farnir av dystinum brast endiliga fyri nev hjá fuglfirðingum. Brasilski málrevurin, Clayton Nascimento syrgdi fyri sínum áttanda málið hetta kappingarárið, og staðfesti sína ótrúliga máltev. Talan er um átta mál í fýra teimum seinastu dystunum. Tá 10 minuttir vóru eftir av tí vanligu leiktíðini fekk Martin Tausen hjá TB gult kort á øðrum sinni, og tá sá av álvara svart út hjá TB við 10 monnum ímóti 11, og aftanfyri 0-1 á útivølli. Men best sum tey flestu høvdu avskrivað TB, so vísti liðið ein ótrúligan moral við at koma aftur, hóast teir vóru í undirtali. Igor Grkajac syrgdi fyri, at tvørámenn fingu enn eitt stig til høldar. Talan varð um eitt stórt vónbrot fyri heimaáskoðararnar, tá dómarin á seinasta sinni bríkslaði, og ÌF hevði mist tvey stig á heimavølli. Ì Fuglafirði kunnu tey tó fegnast um, at Bogi Løkin aftur var at síggja á vøllinum. Tá 84 minuttir vóru farnir kom Bogi Løkin inn fyri Thomas Asmussen. ÌF skal til Margáir at takast við EB/Streym mikukvøldið, meðan TB skal fyrireika seg til eina grannauppgerð við FC Suðuroy við Stórá í Trongisvági sama kvøld.