Fótbólt við smíli

Norðurlendsku stjórnarleiðararnir styðja norðurlendsku royndunum at sleppa at hýsa europameistarakappingini í fótbólti 2008

 

Samstarv


Norðanlond ætla at brúka látur og smíl sum vápn fyri at sleppa at hýsa europameistarakappingini 2008. Og ikki óvæntað fáa fótbóltssambondini fullan stuðul frá stjórnarleiðarunum, sum eru á Norðurlandráðsfundi í Danmark í hesum døgum.

?Hetta er ein stór ítróttarlig avbjóðing fyri Norurlond. Tað er hugaligt, at fótbóltssambondini arbeiða saman um hesa uppgávuna, og tí stuðla vit av fullum huga, sigur finski forsætisráðharrin, Paavo Lipponen.

Við støði í kendu donsku roligans fara norðurlendsku fótbóltssambondini at virka fyri at fáa tiltakið hedanveg við at fáa gleðina aftur í fótbóltsspælið.

?Vit vlja hava familjuna aftur á fótbóltsvøllin. Fólk skulu hava tað stuttligt, og vit fara at seta upp smílimiðstøðir við allar vallirnar, har dystirnir verða leiktir, sigur Pertti Atja, sum er limur í nevndini, sum arbeiðir fyri norðurlendsku ætlanini.

Gjørt verður av í december komandi ár ,hvar kappingin verður. Umframt Norðurlond søkja eisini Sveis-Eysturríki, Ungarn, og Skotland um at sleppa at verða vertir, eins og Grikkaland og Turkaland eisini søkja í felag.