Fótbólts Føroyar vakna úr dvala

Nógv er broytt tey knappliga seksti árini, sum tað hevur verið kappast um føroyameistaraskapin í fótbólti

 

Hetta vikuskiftið fer fótbólturin av álvara á rull. Tað hevur longu verið spælt í steypakappingunum í meiri enn ein mánað, men hjá fleiri er tað ikki álvari, fyrrenn 1. deild hjá monnum fer undir FM kappingina.

Nú verður sjøtul settur á 59. kappingina um føroyameistaraskapin. Fyrsta kappingin var í 1942. Hevði alt verið, sum tað átti at verið, so hevði kappingin í ár verið tann 60.. Men tey fyrstu árini vóru Føroyar partur av heimsbardaganum, og tað var atvoldin til, at eingin landskapping var í 1944. John Reid Bjartalíð, sáli, sigur í 50 ára minningarritinum hjá KÍ, at orsøkin var trot uppá fótbóltar.

Tað verður ofta tikið til, at kríggið hevði við sær, at fótbóltsstøðið í Føroyum hækkaði nógv. Bæði tí nógv fleiri mannfólk vóru heima, enn tað høvdu verið undan krígnum, og tí at bretsku hermenninir løgdu føroyingum betri lag á fótbóltsspælið.

Í minningarritinum hjá HB, Havnarmenn í Gundadali, sum Jógvan Arge skrivaði, verður einastaðni greitt frá, at Ludvig Petersen, sáli, sum var skúlaráðgevi og seinni fyrsti landsskúlastjórin, var til ein dyst ímillum HB og KÍ síðst í mai mánaði 1953. Hann gjørdi eina meting um støðuna hjá føroyskum fótbólti. Luddi helt, at venjingin var ov lítil, men hann var eisini bangin fyri, at fótbóltsspælið í Føroyum var niðri í einum aldudali.

? Tað góða spælið, sum kom undir krígnum, og hevur hildið seg árini aftaná, er við at svinna burtur, og okkurt munagott má gerast fyri at fáa tað aftur á føtur, endurgevur Jógvan Arge í Havnarmenn í Gundadali.

Nógvar broytingar

Nú skipaða landskappingin skjótt fer at ganga á sínum 60. ári, kunnu vit staðfesta, at broytingarnar hava verið nógvar og stórar. Eitt er tilrættaleggingin og luttøkan. Bæði tá tað ræður um lið í bestu deildini, og tá tað ræður um deildir frá teimum elstu og til teir yngstu.

Ein onnur stór og fyri fótbóltsspælið týdningarmikil broyting er undirlendið, sum tað verður spælt á. Inntil miðskeiðis í áttati árnum var talan um eyrvøllir. Teir vóru ymiskir í dygd, og tað var ikki tespiligt at spæla á teimum, tá tað var áarføri. Framvið fleiri av vallunum runnu stórar áir, og ofta var tað ein orduligur glantrileikur, sum tóktist krevja ikki sørt av sjómansskapi at útinna, tá bólturin fór í ánna ? eitt nú í Gundadali. Tað var neyðugt at fáa bóltin aftur. Nú eru smádreingirnir nógvir kring vøllin. Teir hava allir í hvussu so er ein dystarbólt í part. Tað eru ikki so mong ár síðani, at feløgini bara høvdu ein dystarbólt. Hann varð pumpaður undan dystunum, luftin varð slept úr honum aftur eftir dystin, og so varð hann vardur og goymdur sum reyðargull inntil næsta dyst.

Graslíkisvallirnir hava ikki allir somu dygd, men tað er eingin ivi um, at teir hava verið við til at hækka fótbóltsstøðið.

Um sama mundið sum graslíkið kom, varð meiri gjørt við girðingarnar kring vallirnar. Tað er ikki so langt síðani, at tað var væl skiljandi, at smádreingir ? og onnur við ? hildu, at fremsta uppgávan hjá linjuverjunum var at brúka flaggið til at halda áskoðarunum røttu megin linjuna!

Meiri og betri venjing

At sammeta fótbóltsvenjingina nú við venjingina fyri ímillum fimmti og seksti árum síðani ber ikki til. Í minningarritunum hjá feløgunum sæst, at fyrstu venjingardystirnir plagdu at vera 2. páskadag. Tá vóru fleiri á vøllinum fyri fyrstu ferð. Landskappingina varð tað ikki farið undir fyrrenn um mánaðarskiftið mai/juni.

Síðani føroysk feløg fóru at taka lut í Europa Cup, er summarfrítíðin hjá fótbóltinum stytt. Í ár verður steypafinalan á ólavsøku, og tað hevur við sær, at finaluliðini neyvan fara at hava summarsteðg. Hetta er sum nógvu tey fyrstu árini. Tá varð spælt frá síðst í mai og inntil síðst í august.

Jógvan Arge veit at siga, at í 1948 settu havnarfeløgini, HB og B36, danskan venjara at taka sær av venjingini. Arne Rasmussen hevði spælt í B1903. Hann tók eisini á seg at venja føroyska landsliðið, sum fyri fyrstu ferð spældi ímóti Hetlandi. Hetta var ummælið, sum hann í Ítróttartíðindi gav føroyskum fótbólti.

? Vit mugu fyrst fáa lúkað burtur tey ólógligu innkøstini og hetta skilaleysa tásparkið, sum bakverjarnir brúka til málsparkið. Ókunnufólk mugu standa púra bilsin og halda, at leikarar, sum bera seg soleiðis at, hava ikki dystað fyrr.

Treystleikan havi eg onki at siga til. Teir eru seigari í so máta enn danir, og leikararnir geva seg uttan grenj undir tær venjingar, ið fyriskipaðar verða, vóru orðini hjá Arne Rasmussen.

FSF og feløgini eiga heiðurin fyri, at umstøðurnar viðvíkjandi venjingini eru so nógv øðrvísi í dag.

Størri kapping

Omanfyri varð nevnt, at burtursæð frá 1944 hevur verið kappast um føroyameistaraskapin á hvørjum ári síðani 1942. Men kappingin hevur ikki altíð verið soleiðis skipað, sum hon er nú. Fyrsta árið við tíggju liðum í bestu deildini var í 1988. Frá 1977 og til 1987 vóru átta lið í bestu deildini, og tá vit koma aftur í seksti árini var frí tilmelding. B36, HB, KÍ og TB luttóku á hvørjum ári, og VB var oftast uppií. Men tað kom fyri, at vágbingar ikki hildu seg hav fólk at taka lut í 1. deild, og so kappaðuast bara fýra feløg um meistaraskapin.

KÍ hevur vunnið flest FM, og HB hevur vunnið næstflest. Hini feløgini, sum hava vunnið FM, eru TB, B36, SÍ, ÍF, GÍ, B68, B71 og VB.

Inntil fyrst í sjeytti árunum var KÍ so nógv best. HB vann FM fyrstu ferð í 1955. Í nógv ár var talan um tvíkapping ímillum KÍ og HB. Frá 1960 og til 1970 vann KÍ seks FM, og HB vann fýra.

Hjá miðaldrandi og eldri enn tað munnu 1971 og 1972 standa frammarlaga í huganum. Tað fyrra árið eydnaðist tað HB 29. august við 2?1 sigri í Klaksvík at koppa KÍ, sum hevði vunnið FM fimm ár upp í slag (teir eiga framvegis hetta metið) av trúnuni.

Hetta árið var tað fyrsta, tá føroyskt fótbóltslið spældi við rreklamum á búnanum. Vágbingar vóru teir fyrstu at taka hetta útlendska fyribrigdið henda vegin. Tá teir spældu í Gundadali ímóti HB høvdu teir Suðuroyar Sparikassa á bringuni.

1971 var eisini minnisríkt á tann hátt, at tað var fyrsta ferðin í mong ár, at eitt eysturoyarlið helt seg framat. ÍF tapti fleiri ferðir heilt nógv ímóti KÍ og HB. Men ÍF helt á, og í 1979 vunnu teir FM. Síðani hava tvey onnur feløg í Eysturoy, GÍ og B68, vunnið FM og harvið verið við til at syrgt fyri, at landskappingin hevur verið meiri fjølbroytt og spennandi, enn hon var, tá so at siga bara HB og KÍ kappaðust.

Í 1972 megnaði KÍ liðið, sum seinni fekk 66 spjaldrið á seg, at vinna meistaraskapin fyri síðstu ferð. Sunnudagin 3. september endaði dysturin í Gundadali ímóti HB 1?1, og so var KÍ meistari. Sum árið fyri, tá HB vann FM í Klaksvík, var fagnaðurin øgiligur, tá KÍ vann FM í Gundadali. Kanska var hetta fyrsta ferðin, at viðhaldsfólk hjá einum føroyskum fótbóltsfelag vóru útgjørd við skiltum, hornum og øðrum, sum rættuliga setti dám á.

Trilvandi fetini

Hetta vikuskiftið verður sjøtul settur á 59. landskappingina. Tað verður nógv gjørt burturúr. Viðhaldsfólkini ferðast millum bygdir og oyggjar, og fjølmiðlarnir hava langt síðani tikið táttin upp eftir útlendsku miðlunum, sum síggja góðar møguleikar at vinna pening burturúr fótbóltinum og á hvørjum ári spenna bogan eitt vet hægri, enn tað varð gjørt árið fyri.

Fyrstu kappingarnar vóru trilvandi. 1944 kappingin var avlýst, og hini árini vóru fáir dystir. Fram til 1946 varð spælt í bólkum. Nógvar bygdir vóru uppií, og finalan í landskappingini varð spæld í Gundadali. Onkuntíð var hon á ólavsøku. Í 1947, 1948 og 1949 spældu øll liðini eina ferð ímóti hvørjum øðrum. ÍSF gjørdi av, hvat felag skuldi hava heimadyst ímóti hvørjum felagi. Síðani 1950 hevur verið spælt í dupult kapping. Tað vil siga, at øll liðini hava spælt á heimavølli og á útivølli ímóti øllum hinum.

Nú kemur tað ikki fyri, at dystir í bestu deildini verða avlýstir. Tað kann koma fyri, at illveður, kavarok ella verkfall bera við sær, at dystur verður útsettur, men tað verður altíð spælt.

Minnisrík Vágsferð

At tað viðhvørt var torført at ferðast fyrstu árini, og at umstøðurnar á so nógvum økjum vóru heilt øðrvísi, enn tær eru nú, er henda frágreiðingin hjá John Reid Bjartalíð í 50 ára minningarritinum hjá KÍ dømi um. Hon er frá 27. juli 1952, tá KÍ var í Vági.

Vit geva John Reid Bjartalíð, sum greiðir frá á sín sermerkta hátt, orðið:

Illa gekst at sleppa avstað hiðani henda leygardagin, tí okkum var játtað Pride, men brádliga kom annað uppí, so vit fingu avboð haðani. Bátarnir allir vóru á útróðri, so nú vóru góð ráð dýr. Í skundi um middagsleitið varð roynt at seta seg í samband við útróðrarbátarnar ígjøgnum telefonina. Jú, tað bar so væl á, at bæði Ørvur og Eystnes komu á Klakksvík um fýratíðina leygardagin, og so mikið varð sagt av okkara kæru og frægu útróðrarmonnum ígjøgnum telefonina, at teir játtaðu okkum tað, at suður til Vágs skuldu vit sleppa.

Tá bátarnir um fýratíðina løgdu til bryggjuna, vóru vit sjálvsagt har. Frá partafelagnum Kjølbro var alt greitt, bert bátsmenninir týmdu at føra okkum aftur og fram, so var alt í lagi. Skjótt varð borið at. Jú, Ørvur var báturin, ið farast skuldi við. Í skundi leitaðu formaðurin og motorpassarin sær til húsa fyri at búgva seg til útferðina, meðan hinir bátsmenninir greiddu tað neyðturvuliga í arbeiðslagnum, so báturin kundi sigla avstað um ein tíma, og so varð. Klokkan 5 1/2 rundaðu vit Klakkin og stardu tá fyri okkum suður ímóti havsbrúnni eitt vakurt summarkvøld í dýrdarveðri.

Ferðin suður gekk væl. Klokkan 11 vóru vit á Vági; móttøkan var góð. Allir búðu privat. Frálíkur blíðskapur. Aftaná góða náttarhvíld vaknaði ein við, at sólin skein ígjøgnum vindeygað, og ein leyp á føtur; kagaði út ígjøgnum loftsvindeygað; útsýnið var frálíkt; sólin skein á fjøll og stavaði yvir vánna og fjørðin. Ílatin náttúrunnar vakra summarkrans var Vágsbygd eitt satt prýði henda morgunin. Vakurleikin talaði. Sum vera man á slíkari útferð í fremmandari bygd, so hittist ein eftir gøtunum, og brátt var allur flokkurin komin saman, og ikki vardi løtan leingi, so vóru allir á ferð niðan á Eggjar við bilum. Har var nógv hugtakandi at síggja, og menninir uppi við Eggjar vóru sera fryntligir. Og so tað vakra útsýnið úr erva.

So kom løtan á vøllinum. At tað nú var rættuliga avgerandi í kappingini, var tann stóra fjøldin av tvørámonnum, ið henda dagin var komin suður til Vágs at síggja dystin, ivalest besta prógvið um. Dysturin fór fram í sátt og semju og sømuliga. KÍ vann 2?0. Einki varð steðgað aftaná dystin, tí kvøldið eftir, ólavsøkuaftan, skuldi KÍ leika móti B36.

Klokkan hálvgum seks var farið av Vági. Hópur av fólki var á kajuni, og hýrurin á øllum, bæði á landi og umborð á bátinum, var hin besti. Var suðurferðin góð, var norðurferðin tað ikki minni; ampin fyri, hvussu dysturin mundi fara at hildnast, var nú vendur til tað bera kæti; og nú hevði liðið bast sær tvey stig afturat.

Blíðskapurin umborð á bátinum var stórtøkin, og nú støðaðist einki, tí suðuri í Vági høvdu vit keypt hópin av hvalatvøsti, og brátt stóð grýtan og spruttkókaði. Tá uppúr var lagt, skuldu fleiri eygu kunnað sæð mat.ligar landkrabbar sessast við skipsborð eitt summarkvøld, tá havið líknaði eini tjørn. Ein væleydnað útferð var liðug, tá vit um miðnáttina sunnukvøldið tíðindafróðir og væl hýrdir spákaðu okkum aftur at húsum.

Soleiðis spann John Reid Bjartalíð um fótbóltsferðina fyri 49 árum síðani.

Øllum verður ynskt eitt gott fótbóltskappingarár.