Fótbóltur&bilar
Sum ein roynd at skapa meira undirhald í samband við heimadystir sínar, hevur HB nú gjørt avtalu við bilasølur, soleiðis at hesar sleppa at hava framsýningar undir heimadystunum hjá HB.
Fyrstu ferð hetta verður roynt verður fríggjadagin, dýra biðjidag, tá HB á heimavølli tekur ímóti GÍ.
Birgir Enghamar, formaður í HB, sigur við Sosialin, at ætlanin við hesum fyrst og fremst er at skapa meira lív kring heimadystirnar hjá besta mansliðnum.
Hann greiðir frá, at framsýningin er skipað soleiðis, at fýra bilar frá Meinhard Arge verða sýndir fram undir dystinum. Tveir við syðra enda av ovara vølli og tveir ímillum HB- og B36-húsið.
Rulla inn í hálvleikinum
Í hálvleikinum verða bilarnir so rullaðir inn á vøllin, og tá fer stadion-varparin at greiða eitt sindur frá bilunum. Hvørja útgerð teir hava, hvat teir kosta o.s.fr.
Sum nevnt, er hetta fyrsta ferð, at HB roynir seg við slíkum tiltaki, men formaðurin ivast ikki í, at hetta er nakað, sum kann gerast fastur táttur til heimadystir felagsins.
- Vit síggja í øllum førum hetta sum eitt spennandi høvi hjá bilasølum at sýna vørur sínar fram, sigur Birgir Engamar, sum ananrs leggur dent á, at allar bilasølur eru vælkomnar at venda sær til felagið hesum viðvíkjandi.
Víðari sigur hann, at ætlanin er at hava slíka framsýning allar teir átta heimadystirnar, sum felagið hevur eftir í ár. Higar til er avtala gjørd við tríggjar bilasølur, og verður tann fyrsta altso Meinhard Arge, sum fer at sýna fýra Opel-bilar fram fríggjadagin.