Fulham verður roknað sum eitt av teimum minnu feløgunum í Premier League. Felagið er stóvnað sum – Fulham St Andrew’s Church Sunday School F.C. – og hevur í dag 131 ár á baki. Tað eru fólk tætt at kirkjuni, ið stóvna felagið. Í 1896 spælur Fulham á fyrsta sinni á Craven Cottage, sum enn tann dag í dag er leikvøllurin hjá felagnum. Troyggjurnar hava verið hvítar síðani 1903.
Fulham sigur nei til Stamford Bridge
Tíðliga í farnu øld fær Henry Norris, táverandi formaður í felagnum, møguleikan at flyta felagið til Stamford Bridge. Tað er vinnulívsmaðurin, Gus Mears, ið vil hava eitt fótbóltsfelag at spæla sínar heimadystir á Stamford Bridge - eitt hangleiv frá Craven Cottage. Henry Norris velur tó at takka nei. Av tí sama avgerð Gus Mears at stóvnað fótbóltsfelagið Chelsea Football Club. Tey bæði feløgini eru í dag grannar og arvafíggindar.
Topp fótbóltur eftir kríggið
Í 1949 kom Fulham á fyrsta sinni í bestu ensku fótbóltsdeildina. Tað gekk illa og eftir trý minni góð ár flytur felagið niður aftur. Í 1959 flytur Fulham aftur upp og hesa ferð liggur betri fyri. Longu í fyrsta kappingarárinum megnar Fulham at blíva nummar tíggju. Um hetta mundið eru javnan yvir 30.000 áskoðarar til heimadystirnar hjá Fulham. Men niðurflytingin er ongantíð langt vekk og í 1965-66 kappingarárinum er nær við. Felagið megnar tó at vinna níggju av teimum 13 dystinum, ið eru eftir og hórðar undan niðurflyting. Tvey ár seinni gongur tó gali og felagið flytur niður tvey ár upp í slag og endar í triðjbestu deildini.
Mr Fulham: Johnny Heynes
Størsti leikarin í søguni hjá Fulham er Johnny Heynes. Hann spælir sín fyrsta dyst í 1952 og sín seinasta, átjan ár seinni, í 1970. Hann spælir samanlagt 657 dystir fyri London felagið og tað er framvegis met. Hann umboðar eisini Onglandi 52 ferðir, harav 22 sum liðskipari. Í 1962 kemur Johnny Heynes illa fyri í eini ferðsluvanlukku og kemur ongantíð veruliga fyri seg aftur sum fótbóltsspælari. Hann er tí ikki partur av enska landsliðnum, sum í 1966 vinnur HM á heimavølli. Ein partur av Craven Cottage er uppkallaður eftir honum. Johnny Heynes doyði í 2005.
George Best og “lower league football”
Frá 1970 til 1996 megnar Fulham ongantíð at blanda seg í millum tey bestu í enskum fótbólti. Millum glottarnir í hesum tíðarskeiðum eru FA Cup finalan í 1975. Tíverri fyri Fulham, so tapa teir hana móti West Ham. Í 1976 skiftur navnframi George Best til Fulham, tvey ár eftir hann er givin í Manchester United. Hann er ikki eins kvikur á fótum, sum tá hann var í hæddini, men bóltførleikanum bilar einki. Hann spælir 42 landskappingardystir fyri Fulham í næstbestu deildini og skorar átta mál.
Kolvelting í 1997
Um summarið í 1997 keypur ríkmaðurin, Mohammed Al Fayed, Fulham. Felagið stríðist í triðjbestu deildini, men málini eru høg. Premier League fótbóltur um fimm ár eru boðini. Kevin Keegan verður settur í eitt leiðandi ítróttarligt strav, meðan Ray Wilkins verður settur sum venjarin. “Dream Team” kalla ensku fjølmiðlarnir samansetingina, ið skal flyta Fulham upp í Premier League. Eftir eitt ár takkar Ray Wilkins fyri seg, eftir at hann og Kevin Keegan eru ósamdir um uppstillingina.
Chris Coleman tíðin
Kevin Keegan tekur yvir og felagið flytur upp. Í 1999 vil Ongland hava Kevin Keegan til landsliðsvenjara, eitt starv hann ikki kann siga nei takk til. Árið eftir verður fraklendingurin, Jean Tigana, settur sum venjari og í 2001 flytur Fulham upp í Premier League. Eftir eina minni góða tíð fyrstu árini í Premier League, verður ungi og óroyndi Chris Coleman settur sum venjari. Undir leiðslu av Chris Colemann gongur væl hjá Fulham, sum millum annað endar í ovaru hálvu av stigatalvuni í Premier League. Men felagið er kroyst fíggjarliga og serliga sølan av Louis Saha til Manchester United pínur. Chris Coleman takkar fyri seg í 2007.
Roy Hodgson bjargar Fulham
Tað gongur illa hjá Lawrie Sanchez, ið er settur í sum venjari. Síðst í 2007 verður hann avloystur av Roy Hodgson. Ringa gongdin heldur fram og niðurflytingin tykist vís. Men so vendur alt í einum útidysti móti Manchester City. Fulham vinnur 3-2, eftir at hava verið aftanfyri 2-0 í hálvleikinum. Alt endar við, at Fulham í seinasta dystinum í árinum vinnur sær rættindini at halda fram í Premier League. Maðurin, ið skorar avgerandi málið, er Danny Murphy. Hann er í dag liðskipari hjá felagnum. Árið eftir gongur væl og felagið endar á einum sjeynda plássi í Premier League. Tað gevur atgongd til Europa League.
Europa League ævintýrið
Kappingarárið 2009-10 verður mett sum tað besta kappingarárið í søgu felagsins. Liðið endar á einum 12. plássi í Premier League, men tað eru serliga avrikin í Europa League, sum gera kappingarárið minnisríkt. Liðið megnar at spæla seg í finaluna við sigrum á eitt nú, Juventus, Hamburg og Shakhtar Donetsk. Serliga samlagið sigurin á stóra italska felagnum, Juventus, stendur sterkur í minninum. Fulham tapti 3-1 í fyrra dystinum í Italia, men vendi øllum á høvdið við møguliga søguríkasta sigrinum í søguni hjá felagnum á Craven Cottage. Í fjør var Mark Hughes settur í starv sum venjari, men hann valdi í summar at takka fyri seg. Venjari í dag er Martin Jol úr Hollandi. Hann hevur fyrr verið venjari hjá eitt nú Tottenham og Ajax.
Michael Jackson, Prinsessa Diana og Fulham
Stutt eftir at Mohammed Al Fayed hevði keypt Fulham í 1997, misti hann elsta sonin í helt kendastu bilvanlukkuni nakrantíð. Sonurin, Dodi Al Fayed, hevði verið úti og eti við unnustuni, Prinsessu Dianu av Wales, tá bilur teirra rennur á í eini tunnel í París. Mohammed Al Fayed hevur síðani ákært bretska kongahúsið fyri at hava gjørt av við sonin hjá sær.
Eisini hevur Mohammed Al Fayed valt at lata eina standmynd gera av Michael Jackson. Teir báðir vóru væl og Michael Jackson hevur fyrr verið gestur til heimadyst hjá Fulham. Standmyndin fall tó ikki øllum í góða jørð. Mohammed Al Fayed segði stutt eftir avdúkingina av Michael Jackson standmyndini, at “um summi býtt viðhaldsfólk ikki skilja skilja eina slíka gávu, so kunnu tey fara til helvitis”.