Aðalfundurin verður um tvær vikur, og eftir ósemjurnar, sum vóru í heyst, varð lagt upp til broytingar í FSF.
Feløgini høvdu felags fund seinast í oktober mánaði, har tey søgdu púra greitt, hvat tey hildu um arbeiðslagið í FSF, har ósemjurnar veruliga komu í ljósmála í málinum um aðalskrivaran.
Tað er longu greitt, at Sveinur Tróndarson, formaður í Kappingarnevndini ikki tekur við afturvali, og tí skal nýggjur nevndarlimur finnast í hansara stað.
Men hartil hevur leingi ljóðað, at aðrir kandidatar til nevndarvalið verða settir í uppskot. Og so er spurningurin, um tað verður til vanligan nevndarsess, ella um talan aftur hesaferð verður um stríðsval.
Umframt Svein Tróndarson standa eisini Rúni Heinesen, Magnus á Stongum og Høgni í Stórustovu, forseti, fyri vali á aðalfundinum.