Fótbóltsgalla í Miðlahúsinum

 

Árliga heiðranin av fótbóltinum 2007 var í dag í Miðlahúsinum, og fitt av fólki var komið saman. Hendan handanin var upprunaliga sett til at vera seinasta vikuskifti uppi í Rex í Havn, men tað varð avlýst, og hildið hetta vikuskiftið í staðin.

Tey, ið heiðrast skuldu vóru m.a. ársins málverji, stjørnuskot, leikari, venjari og dómari, hjá bæði kvinnum og monnum.

 

Tey heiðraðu vóru:

 

Ársins málverjar hjá kvinnum og monnum:

Randi S. Wardum (KÍ) og

Jens Martin Knudsen (NSÍ)

 

Ársins stjørnuskot hjá kvinnum og monnum:

Rósa Magnussen (GÍ) og

Bogi Løkin (NSÍ)

 

Ársins leikari hjá kvinnum og monnum:

Rannvá Andreassen (KÍ) og

Nenad Stankovic (NSÍ)

 

Ársins venjari hjá kvinnum og monnum:

Allan Dybczak (B36) og

Jóhan Nielsen (NSÍ)

 

Ársins dómari var bert kosin hjá monnum:

Lars Müller

 

Umframt at omanfyri nevndu fingu heiður fyri avrik teirra á leikvallunum kring landið fekk mest áhugaverda liðið í ár eisini hgeiður. T.e. tað lið, ið hevur spælt mest áhugaverda fótbóltin í farna kappingarári. Hetta lið var NSÍ og fingu teir eitt gávubræv áljóðandi ein fótbólt til hvønn einstakan leikara á einum liði í felagnum, eftir egnum ynski. Og Óli Hansen, ið tók ímóti gávuni, valdi at tað skuldi vera Gentur 10-12 ár hjá NSÍ, ið skuldu fáa hesa gávuna.

 

Umframt heiðranina í dag, hevði Sosialurin eina grill standandi í garðinum aftanfyri Miðlahúsið, har tey uppmøttu kundu fáa sær eitthvørt leskiligt. Rás 2 sendi beinleiðis frá tiltakinum, og má tað sigast at vera sera væl eydnast.