Manslandsliðið skal komandi sjey dagarnar spæla fyrstu tríggjar dystirnar í undankappingini til HM 2022 í Katar. Hósdagin 25. mars í Moldova, sunnudagin 28. mars í Eysturríki, og mikudagin 31. mars í Skotlandi.
Håkan Ericson og hansara menn høvdu fyrstu venjingina seinnapartin mánadagin. Síðan verður vant aftur á Tórsvølli á middegi týsdagin, áðrenn føroyska ferðalagið tíðliga mikumorgunin setti kós móti Chisinau í Moldova.
Landsliðsvenjarin hevur úttikið 25 spælarar til teir tríggjar dystirnar, ið Føroyar skulu spæla í hesum umfarinum. Og sum heild eru allir væl fyri, og klárir til uppgávurnar, nú tríggir týðandi landsdystir skulu spælast upp á sjey dagar.
Hósdagin 25. mars spæla Moldova og Føroyar á Cymbru stadion í moldoviska høvuðsstaðnum, Chisinau. Sunnudagin verður spælt á Ernst-Happel stadion í Wien í Eysturríki, og síðan taka skotar ímóti á Hampden Park í Glasgow mikudagin 31. mars. Allir dystirnar byrja klokkan 19:45, føroyska tíð.
##med2##
Tað var eitt ávíst nøgdsemi við lutakastið til HM 2022 undankappingina. Danmark kom úr sterkasta bólkinum, meðan Eysturríki og Skotland, sum komu úr styrkibólki tvey og trý, eru bæði lond, sum vit hava eina góða søgu ímóti. Úr styrkibólki fýra kom Ísrael, sum hevur serliga týdning fyri fleiri í Føroyum, men sterkast mótstøðan kom úr lægsta styrkisbólkinum – Moldova.
Hinir møguleikarnir vóru Malta, Liktinstein, Gibraltar og San Marino. Tað var eisini ein møguleiki fyri, at einki and kom út lægsta styrkisbólkinum. Tí er Moldova betri enn einki, men Moldova er hægst styrkismett av teimum í lægsta styrkisbólkinum.
Søgan hjá Moldova
Moldova er ein land við ríkari og umskiftiligari landasøgu. Landið hevur mark til Rumenia og Ukraina, og hevur frá 1930 til 1938 verið partur av Rumenia, og frá 1950 til 1990 er Moldova partur av Sjovet í fótbóltshøpi.
Tá Sovjetsamveldið syndrast fær Moldova sítt egna fótbóltssamband. Í 1991 spælir Moldova sín fyrsta landsdyst og í 1994 spælir Moldova sín fyrsta altjóða landsdyst til EM 1996 undankappingina. Moldova vinnur fyrst 1-0 á Georgia, og síðani 3-2 á Wales, men góða gongdin stendur ikki við.
##med3##
Moldova toppar á FIFA styrkilistanum í 2008, tá landið røkkur eitt 37. pláss. Tað er eftir eina góða góð við sigrum á Lettlandi, Bosnia Hersegovina, Ungarn, Malta, Kasakstan, og javnleikum móti Turkalandi og Armeina. Liðið hevur eisini góð úrslit at vísa á til HM 2006 undankappingina, tá Moldova vinnur bæði á Eysturríki og Hvítarusslandi, og fær flottar javnleikir móti Norra og Skotlandi.
Til HM 2014 undankappingina vann Moldova 5-2 á Montenegro. Hesin dysturin verður av fleiri mettir sum tann besti landsdysturin hjá Moldova nakrantíð.
Gongur strilti at fáa stig
Seinastu árini hevur moldoviska landsliðið ikki fingið góð úrslit. Tað sæst eisini aftur á FIFA-styrkilistanum, har liðið í samband við lutakastið liggur á 177. plássi, sum er tað lægsta hjá Moldova í søguni. Í Evropa er liðið bara frammanfyri Liktenstein, Gibraltar og San Marino, og aftanfyri lond sum Malta, Andorra og Lettlandi.
Tað hoyrir við til søguna, at Moldova hevur verið í deild C í Nations League, har mótstøðan hevur verið sterkari enn í deild D, har Føroyar hava luttikið. Moldova fekk bara eitt stig í Nations League bólkinum, sum taldi londini sum Grikkaland, Kosovo og Slovenia.
##med4##
Til EM 2020 undankappingina tapti Moldova millum annað fyri Andorra á útivølli. Tá tað verður sagt, at Moldova er sterkasta landið í lægsta styrkisbólkinum, so er tað kanska tí vit kenna bæði Malta og Lettland, sum eru styrkimett hægri. Moldova liggur eisini í einum umhvørvi, har fótbóltur fyllur nógv og tað búgva um 2,6 milliónir fólk.
Landsliðið í dag
Tað sigur sína søgu um landsliðið í dag, at Moldova er styrkismett so lágt sum ongantíð fyrr, men liðið telur nakrar góðar spælarar. Seinasti dysturin var í Kosovo, har oddaliðið í Nations League bólkinum vann 1-0 á Moldova. Á liðnum hjá Moldova er stóra stjørnan, 34 ára gamli Alexandru Epureanu, sum spælir við turkisku meistarunum, İstanbul Başakşehir. Hann hevur spælt 97 landsdystir fyri Moldova.
Liðið telur nakrar royndar spælarar. Eitt nú 34 ára gamli málverjin, Stanislav Namașco, sum spælir í Aserbadjan, liðskiparin á landsliðnum, 33 ára gamli Igor Armaș, ið spælir við rumenska Voluntari, og royndu miðvallararnir Artur Ioniță, sum spælir við Benevento í Italia, og 36 ára gamli Eugeniu Cebotaru, sum spælir í bestu deildini í Rumenia.
##med5##
Venjari var Egin Firat, sum er føddur í Turkalandi, men hevur búð ein part av sínum lívi í Týsklandi. Hann útmerkaði seg við at pástanda, at Føroyar hava fingið fleiri spælarar úr Afrika, sum hava fingið ríkisborgararætt í Føroyum. Her er helst talan um eina misskiljing, har hann blandar støðuna hjá Føroyum við støðuna hjá Malta.
Egin Firat er síðani koyrdur og nýggjur maður við róðrið er italski Roberto Bordin. Hann hevur spælt í Seria A við Napoli og Atalanta í 90unum. Hann hevur verið venjari í moldoviska FC Sheriff Tiraspol, so hann kennur til landið.
Dysturin verður spældur á Zimbru leikvøllinumm, sum liggur í høvðusstaðnum Chișinău. Leikvøllurin er frá 2006 og tekur 10.400 áskoðarar.
Eitt vet betri enn Føroyar
Fleiri spælarar spæla eisini í heimlandinum, har FC Sheriff Tiraspol er stóra felagið við 18 meistaraheitum 10 steypagullum og átta sigrum í Stórsteypadystunum. Í øllum trimum førum er talan um met.
FC Sheriff Tiraspol, sum bleiv stovnað í 1996, hevur heilar fýra ferðir verið í bólkaspælinum í Europa League. Seinast í 2017. Tí er talan um eitt felag, sum spælir á høgri stigi enn vit síggja í føroyskum fótbólti. Her kann tó eisini nevnast, at liðið hevur nógvar spælarar úr øðrum londum. Seinast landsliðið var úttikið var bara ein spælari úr FC Sheriff Tiraspol.
Fyri uttan stóru tøkini hjá FC Sheriff Tiraspol í Evropa, so er minni munurin á styrkini á deildunum, um vit hyggja eftir styrkilistanum hjá UEFA. Her er landskappingin hjá Moldova styrkismett sum nummar 45 í Evropa, meðan Føroyar er nummar 47.
##med6##
Føroyar hvødu eitt avbera gott summar í Evropa, men tað gav ikki líka nógv stig um avrikini hjá moldovisku liðunum í Evropa. Millum annað vann Dundalk, sum síðani spældi móti KÍ, á FC Sheriff Tiraspol í triðja umfari í Europa League. Hetta var tó eftir brotssparkskapping.
Fótbóltssøgan millum Føroyar og Moldova er ikki so drúgv. Í 2003 møtti GÍ FC Dacia Chisinau í Intertoto Cup. GÍ tapti tepurt 0-1 á Svangaskarði, men á útivølli gjørdist talan um eitt greitt 1-4 tap.
A-landsliðið hevur ongantíð møtt Moldova, men í 2009 og í 2010 spældi U21 landsliðið móti Moldova í EM-undankappingardystum. 4. september í 2010 taptu Føroyar tepurt 0-1 móti Moldova í Chisinau. Artur Ioniţă skoraði tá sigursmálið, hann hevur nú í fleiri ár spælt í italsku Serie A, og hann er nógv tann besti spælarin hjá Moldova.
Tá liðini møttust á ovara vølli í Gundadali í Havn 5. september í 2009 spældu liðini javnleik 1-1. Kristoffur Jakobsen hjá KÍ javnaði til 1-1 aftaná gott samanspæl við Christian R. Mouritsen og Páll A. Klettskarð.
##ms##